8710.17 - Heilsugransking


Skeiðsnummar
8710.17
Heiti
Heilsugransking
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær innlit í og vitan um ymisk sløg av heilsugransking, hvussu heilsugranskingar-verkætlanir verða lagdar til rættis og hvørji háttaløg vanliga verða nýtt. - at lesandi ogna sær vitan um gransking í sjúkum har títtleikin er hægri í Føroyum enn øðrum londum, og um samspælið ímillum umhvørvisárin og arvalig viðurskifti. - at lesandi ogna sær vitan um samspælið ímillum heilsu og lívstílstættir herundir kostinntøku og kropsliga venjing. - at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um føroyska heilsugransking og førleika at meta um og menna uppskot til nýggja granskingarverkætlan. - Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Kvantitativ háttaløg, herundir hagfrøði og epidemiologi - Kohortukanningar og interventiónskanningar - Ser føroysk sjúkufyribrigdi - Umhvørvis- og arvalig árin á heilsustøðuna - Kostinntøka og heilsa - Kropslig venjing sum fyribyrging og viðgerð av sjúkum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá heilsugransking í mun til -slag av gransking -vísindaligt háttalag -granskingar design -hagfrøðislig viðurskifti - Greina ítøkiligar heilsuvísindaligar spurdómar og meta um ítøkilig data hagfrøðisliga hagfrøðisliga innan heilsugransking í Føroyum - Greiða frá serføroyskum sjúkum og gransking, ið fer fram á økinum - Greina og meta um sambandið ímillum umhvørvisárin og arv á fólkaheilsuna - Greiða frá og greina ávirkanina av kostinntøku og kropsligari venjing á fólkaheilsuna, og meta um, hvussu lívstílsbroytingar kunnu nýtast í sjúkuviðgerð
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Marin Strøm