8717.19 - Sálarlig heilsa í samfelagshøpi
Skeiðsnummar
8717.19
Heiti
Sálarlig heilsa í samfelagshøpi
ECTS
7,5
Fortreytir
Viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er:
- at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika til at viðgera spurdómar innan sálarliga heilsu í samfelagshøpi
- at lesandi ogna sær viðkomandi og hóskandi vitan og førleika at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk í mun sálarliga heilsu hjá borgarum í samfelagnum
- at lesandi ogna sær vitan um vísindagrundaði amboð at menna praksis innan økið í Føroyum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Altjóða og tjóða gransking innan sálarliga heilsu
- Heilsufremjan og fyribyrgjan innan sálarliga heilsu
- Amboð til at íverkseta átøk og til at menna praksis í samband við sálarliga heilsu
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi kunna:
- Greiða frá sálarligari heilsu sum vísindagrundað serøki
- Leita fram vísindagrundaðar kanningar innan sálarliga heilsu og meta um úrslitini í kanningunum
- Staðfesta, lýsa og grundgeva spurdóm innan sálarliga heilsu út frá vísindagrundaðari vitan (og aðrari hóskandi vitan)
- Meta um hóskandi amboð til at seta í verk átøk og menna praksis í samband við sálarliga heilsu
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam