8721.19 - Heilsuvísindi og samtíðardiagnosa


Skeiðsnummar
8721.19
Heiti
Heilsuvísindi og samtíðardiagnosa
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi, út frá egnum fakøkið, ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina rák í tíðini, sum kunnu elva til heilsuligar trupulleikar fyri hin einstaka og fyri samfelagið sum heild. - at lesandi, út frá einum heilsuvísindaligum sjónarmiði, ogna sær førleika at greina rák í tíðini sum kunnu elva til samfelagsligar, mentunarligar og/ella heilsuligar broytingar - at lesandi mennir førleikar at seta í verk tiltøk fyri at fyribyrgja árin av hesum broytingum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Samtíðardiagnostik í teori og praksis - Altjóða og tjóða gransking innan samtíðardiagnostik - Samtíðardiagnostik og heilsa - Granskingarháttaløg í teori og praksis
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur. Harafturat vera verkstovur partur av undirvísingini.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá samtíðardiagnostik sum vísindaligt hugtak. - Greiða frá samtíðardiagnostik sum grundarlag fyri heilsufaklig átøk. - Greina rák í tíðini, sum kunnu elva til heilsuligar trupulleikar hjá tí einstaka, fyri bólkar og fyri samfelagið sum heild. - Menna førleika at seta í verk kanning innan heilsuvísindi út frá einum samtíðardiagnostiskum perspektivið. - Meta um týdning av ymiskum vísindaligum háttaløgum innan heilsugransking
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin