8722.19 - Patientologi


Skeiðsnummar
8722.19
Heiti
Patientologi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær innlit í og førleika at nýta týðandi hugtøk og fyribrigdi innan patientologi til at identifisera og greina patientologiskar spurdómar frá kliniskari praksis, har serligur dentur verður lagdur á smá samfeløg sum kontekst. Endamálið er somuleiðis, at lesandi fáa innlit í og førleika at meta um brúkbærið av granskingarháttaløgum, ið kunnu menna vitan um frásjónarhornið hjá brúkaranum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - søguliga grundarlagið og rationalið fyri menning av patientologihugtakinum - týðandi hugtøk og fyribrigdi innan patientologi, herundir magtrelatiónir, institutiónalisering, avhengigheit, privatheit og stigmatisering - ymisk sjúku- og viðgerðarmodellir - ástøði um frásjónarhorn hins avvarandi - vísindaligar kanningar og granskingarháttaløg, ið lýsa uppliving brúkarans og/ella avvarðandi - ástøði um kontekst við serligum denti á smásamfeløg - týðandi áskoðanir á sjúku og frávik (paradigmir) - týðandi granskingarháttaløg til vitansmenning av frásjónarhorni brúkarans og avvarðandi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi: - greiða frá týðandi hugtøkum, fyribrigdum og ástøðum innan patientologi - grundgeva fyri patientologiskari vitan sum grundarlag undir kvalitetsmenning av praksis - identifisera og greina patientologiskar spurdómar innan kliniska praksis, við serligum denti á spurdómar, ið gera seg galdandi í smásamfeløgum - greiða frá og meta um brúkbarið av granskingarháttaløgum, ið kunnu menna vitan um frásjónarhorn brúkarans og avvarðandi - greiða frá týðandi áskoðanum á sjúku og frávik (paradigmir) - Viðgera sjálvvaldan patientologiskan spurdóm frá kliniskari praksis við viðkomandi ástøði og gransking.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva - Kravt lestrarvirksemi: 3 uppgávur skulu latast inn áðrenn próvtøkuna
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim