8723.19 - Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi


Skeiðsnummar
8723.19
Heiti
Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindaliga útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa innlit í týðandi hugtøk, háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking og hvussu hesi hanga saman. Endamálið er somuleiðis at lesandi ogna sær førleika at meta um dygdina á kvalitativari gransking, umframt at tey sjálvi arbeiða við kanningum við kvalitativum háttalagi innan heilsuvísind.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - ymisk kvalitativ háttaløg - ymiskar vísindaligar tilgongdir innan kvalitativa gransking - granskingarprocessina í kvalitativari gransking - etiskt umhugsni innan kvalitativari gransking
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi: - hava innlit í eitt úrval av kvalitativum háttaløgum og vísindaástøðiligar tilgongdir - greiða frá samanhanginum millum vísindaástøði og kvalitativu háttaløgini - meta um dygdina í kvalitativari gransking út frá góðkendum kvalitetskrøvum - Útinna kanning við kvalitativum háttalagi innan sjálvvalt evni í heilsuvísindi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim