8726.21 - Rehabilitering


Skeiðsnummar
8726.21
Heiti
Rehabilitering
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan um og førleika at greina týdningarmikil viðurskifti innan rehabilitering - At lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan um og førleika at eyðmerkja og greina rehabilitering í praksis - At lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at menna rehabilitering í praksis
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Rehabilitering sum ástøði og praksis - Altjóða og tjóða gransking innan rehabilitering - Rehabilitering og samfelagslig viðurskifti - Palliatión og rehabilitering og skipan av hesum - Tvørfakligt samstarv í rehabilitering
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá rehabilitering sum ástøði og praksis - Skilja ímillum og samanbera ymiskar tilgongdir til rehabilitering í praksis - Greina samspæl millum rehabilitering og samfelagslig viðurskiftir - Meta um rehabiliterandi átøk út frá einum brúkara perspektivi - Meta um úrslit frá vísindaligum kanningum innan rehabilitering - Viðgera ein spurdóm frá praksis við støði í vísindagrundaða vitan innan rehabilitering
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
May-Britt Skoradal