8705.16 - Psykiatri og heilsa
Skeiðsnummar
8705.16
Heiti
Psykiatri og heilsa
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er,
- at lesandi ogna sær førleika at greina hvussu psykiatriin er skipað í Føroyum
- at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika at greina og menna praksis
Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Skipan av psykiatriska økinum í Føroyum
- Ymiskar tilgongdir innan viðgerð og røkt til menniskju við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi
- Etikk, mentan og samfelag við atliti at menniskjum við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi:
- Greiða frá hvussu lóggáva og rammuverk, galdandi fyri psykiatriska depilin og sosialpsykiatri, kann síggjast aftur í skipanini av hesum økjum.
- Greiða frá rættarstøðuni hjá menniskjum við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi
- Greina samanhang millum altjóða og tjóða rættindi og praksis
- Meta um etiskt umhugsni í mun til menniskju við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi
- Greina samfelagstýdningin av ymiskum viðgerðarhættum
- Greina samfelagstýdningin av sjúklingaluttøku í mun til viðgerð og røkt
- Greina samfelagstýdningin, sum avvarðandi hava í mun til viðgerð og røkt
- Seta fram uppskot um miðlan av úrslitinum av próvtøkuuppgávuni
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Gro Gade Haanes