8709.17 - Fólkaheilsa, samfelag og mentan
Skeiðsnummar
8709.17
Heiti
Fólkaheilsa, samfelag og mentan
ECTS
15
Fortreytir
Bachelorar ella professións-bachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er,
- At lesandi ogna sær innlit í og vitan um fólkaheilsu, heilsupolitik, samfelagslig og mentunarlig viðurskifti(r) í Føroyum.
Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Hugtakið ‘Fólkaheilsa’ frá einum søguligum sjónarhorni
- Føroyar sum vælferðarsamfelag og heilsupolitikkur
- Demografisk viðurskifti
- ‘Small scale society’, (oyggjasamfelag)
- Føroyar og globalisering
- Heilsa sum sosialt fyribrigdi
- Tjóða og altjóða lóg og rættindi á heilsuøkinum við rættindum hjá tí einstaka
- Etikkur og heilsa
- Mentan og heilsa
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi
- Skilja fólkaheilsu sum vísindaligt hugtak
- Skilja hvønn týdning demografisk viðurskifti hava fyri skipan av heilsupolitikki og vælferðartænastum.
- Greina samfelagsviðurskifi, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð.
- Greina heilsufaklig átøk innan heilsufremjan og fyribyrging, viðgerð og røkt í Føroyum.
- Greina Føroyar sum karm fyri fólka-heilsufrøðiligum avbjóðingum.
- Meta um týdningin av mentan í mun til fatan av heilsu
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Gro Gade Haanes