8710.17 - Heilsugransking
Skeiðsnummar
8710.17
Heiti
Heilsugransking
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er,
- at lesandi ogna sær innlit í og vitan um ymisk sløg av heilsugransking, hvussu heilsugranskingar-verkætlanir verða lagdar til rættis og hvørji háttaløg vanliga verða nýtt.
- at lesandi ogna sær vitan um gransking í sjúkum har títtleikin er hægri í Føroyum enn øðrum londum, og um samspælið ímillum umhvørvisárin og arvalig viðurskifti.
- at lesandi ogna sær vitan um samspælið ímillum heilsu og lívstílstættir herundir kostinntøku og kropsliga venjing.
- at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um føroyska heilsugransking og førleika at meta um og menna uppskot til nýggja granskingarverkætlan.
-
Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Kvantitativ háttaløg, herundir hagfrøði og epidemiologi
- Kohortukanningar og interventiónskanningar
- Ser føroysk sjúkufyribrigdi
- Umhvørvis- og arvalig árin á heilsustøðuna
- Kostinntøka og heilsa
- Kropslig venjing sum fyribyrging og viðgerð av sjúkum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi
- Greiða frá heilsugransking í mun til
-slag av gransking
-vísindaligt háttalag
-granskingar design
-hagfrøðislig viðurskifti
- Greina ítøkiligar heilsuvísindaligar spurdómar og meta um ítøkilig data hagfrøðisliga hagfrøðisliga innan heilsugransking í Føroyum
- Greiða frá serføroyskum sjúkum og gransking, ið fer fram á økinum
- Greina og meta um sambandið ímillum umhvørvisárin og arv á fólkaheilsuna
- Greiða frá og greina ávirkanina av kostinntøku og kropsligari venjing á fólkaheilsuna, og meta um, hvussu lívstílsbroytingar kunnu nýtast í sjúkuviðgerð
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Marin Strøm