8716.18 - Immunologi og autoimmunar sjúkur
Skeiðsnummar
8716.18
Heiti
Immunologi og autoimmunar sjúkur
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um immunskipanina og autoimmunar sjúkur; og gerast før fyri at meta um og kjakast um konsekvensir fyri fólkaheilsuna og lívskvalitet av hesum sjúkum. Í einum breiðari perspektivi skulu lesandi gerast før fyri meta um og brúka dygdar keldur til vitan um immunologi og autoimmunar sjúkur.
Innihald
Á skeiðinum verða hesir høvuðstættir innan immunology and public health viðgjørdir:
Kyknur í immunskipanini, íborin immunitetur, tillagaður immunitetur, immune toleransa, vandatættir og útloysarar fyri autoimmunitet (genetikkur, infektiónir, lívsstílur/kostur, microbiome), sjúklingarøkt, lívskvalitets granskingar amboð, multiple sclerosa, diabetes, IBD, psoriasis.
Skeiðið verður á enskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, interaktivar venjingar, bólkaarbeiði, kjak og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi
-Skilja og kunna greiða frá høvuðstættir innan immunologi:
o Leiklutin hjá íbornum versus tillagaðum immuniteti
o Immun toleransa
o Sjúklingarøkt (viðgerð og diagnosa)
o Predispositión/vandatættir og útloysarar (genetikk, infektión,lívsstílur/kostur, microbiom)
o Sjúklingarøkt (lívskvalitetur)
o Granskingartól, ið eru relevant viðv. autoimmunar sjúkur
o Megin sjúkur innan autoimmuniteti
o Sameina teirra lærdóm og hugsa sær nýtt fólka heilsu átak
o At ogna sær grundleggjandi vitan um funktiónir hjá immunskipanini og sjúku mekanismur
- At meta um og diskutera fólka heilsu byrðuna av autoimmunum sjúkum og ávirkanina á lívskvaliteti av hesum sjúkum
- At greina og meta kritiskt um vísindaligan primeran lesnað og yvirføre hetta til egna fakøkið og praksis
- At knýta nýggja vísindaliga vitan saman við egnari tulking av kritiskum tørvum innan sjúkrarøkt og fólkaheilsu
-
*Eitt megin evni á skeiðnum verður hvussu man brúkar grundleggjandi vísindalig hugtøk í dagligari praksis
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Kravdur lestraraktivitetur áðrenn farið kann vera til próvtøku.
Kravdur lestraraktivitetur verður í skap av einum faldara ella skitseraðari heimasíðu, ið vísur á nýggja fólkaheilsu verkætlan, ið hevur til endamáls at basa autoimmunari sjúku ella ein protokol til nýtslu í heilsufakligari praksis Lesandi arbeiða í bólkum og leggja fram teirra verkætlan / protokol og skulu vera før fyri at diskutera megin sjúku mekanismur á einum máli, ið sjúklingar kunnu skilja.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Amanda Gratton Vang