8722.19 - Patientologi
Skeiðsnummar
8722.19
Heiti
Patientologi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær innlit í og førleika at nýta týðandi hugtøk og fyribrigdi innan patientologi til at identifisera og greina patientologiskar spurdómar frá kliniskari praksis, har serligur dentur verður lagdur á smá samfeløg sum kontekst. Endamálið er somuleiðis, at lesandi fáa innlit í og førleika at meta um brúkbærið av granskingarháttaløgum, ið kunnu menna vitan um frásjónarhornið hjá brúkaranum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- søguliga grundarlagið og rationalið fyri menning av patientologihugtakinum
- týðandi hugtøk og fyribrigdi innan patientologi, herundir magtrelatiónir, institutiónalisering, avhengigheit, privatheit og stigmatisering
- ymisk sjúku- og viðgerðarmodellir
- ástøði um frásjónarhorn hins avvarandi
- vísindaligar kanningar og granskingarháttaløg, ið lýsa uppliving brúkarans og/ella avvarðandi
- ástøði um kontekst við serligum denti á smásamfeløg
- týðandi áskoðanir á sjúku og frávik (paradigmir)
- týðandi granskingarháttaløg til vitansmenning av frásjónarhorni brúkarans og avvarðandi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi:
- greiða frá týðandi hugtøkum, fyribrigdum og ástøðum innan patientologi
- grundgeva fyri patientologiskari vitan sum grundarlag undir kvalitetsmenning av praksis
- identifisera og greina patientologiskar spurdómar innan kliniska praksis, við serligum denti á spurdómar, ið gera seg galdandi í smásamfeløgum
- greiða frá og meta um brúkbarið av granskingarháttaløgum, ið kunnu menna vitan um frásjónarhorn brúkarans og avvarðandi
- greiða frá týðandi áskoðanum á sjúku og frávik (paradigmir)
- Viðgera sjálvvaldan patientologiskan spurdóm frá kliniskari praksis við viðkomandi ástøði og gransking.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva - Kravt lestrarvirksemi: 3 uppgávur skulu latast inn áðrenn próvtøkuna
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim