8723.21 - Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi
Skeiðsnummar
8723.21
Heiti
Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt, Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk, Heilsuvísindaliga útbúgving á bachelorstigi, Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi:
- fáa innlit í týðandi hugtøk, háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking.
- ogna sær førleika at meta um dygdina á kvalitativari gransking,
- kunna útinna kvalitativa kanning við støði í sjálvvaldum spurdómi innan heilsuvísindi.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- ymisk kvalitativ háttaløg
- ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking
- granskingarprocessina í kvalitativari gransking
- etiskt umhugsni innan kvalitativa gransking og við serligum denti á avbjóðingar í smáum og transparentum samfeløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og undirvísingarhættir sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi:
- vísa innlit í eitt úrval av kvalitativum háttaløgum og vísindaástøðiligum tilgongdum
- greiða frá samanhanginum millum vísindaástøðiligar tilgongdir og kvalitativ háttaløg
- meta um dygdina á kvalitativari gransking út frá góðkendum kvalitetskrøvum
- meta um etiskar avbjóðingar tá granskað verður í smáum og transparentum samfeløgum
- útinna egna kvalitativa kanning við støði í sjálvaldum evni innan heilsuvísindi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim