8714.23 - Epidemiologi


Skeiðsnummar
8714.23
Heiti
Epidemiologi
ECTS
7,5
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í epidemiologiini og førleika at greina viðurskifti við støði í epidemiologi, umframt kritiskt at lesa og meta um vísindaligar epidemiologiskar tekstir; herumframt at brúka epidemiologi sum háttalag í granskingarverkætlan.
Innihald
Á skeiðinum verða hesir høvuðstættir í epidemiologi viðgjørdir: mát fyri títtleika; mát fyri samband; kanningarsnið (økologiskar kanningar, tvørskurðskanningar, kohortukanningar, case-kontrolkanningar, interventións-/eksperimenteller kanningar); screening; neyvleiki og validitetur; selektiónsbias; informatiónbias; confounding; effektmodifikatión; og kausalitetur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur/venjingar, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - geva eina standard definitión av epidemiologi, greiða frá hvat epidemiologi snýr seg um, og at epidemiologisk data kunnu hava deskriptiv endamál og analytisk/etiologisk endamál - greiða frá høvuðstættir í epidemiologi: o mát fyri títtleika; o mát fyri samband; o kanningarsnið (økologiskar kanningar, tvørskurðskanningar, kohortukanningar, case-kontrolkanningar, interventións-/eksperimentellar kanningar); o screening; o neyvleiki og validitetur; o selektiónsbias; o informatiónbias; o confounding; o effektmodifikatión; o kausalitet. - brúka epidemiologisk eyðkenni fyri at bólka kanningarsnið og fyrimunir og vansar við hesi. - greina og meta um granskingarúrslit úr heilsuvísindaligum kanningum, ið nýta epidemiologisk og hagfrøðilig háttaløg
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka, nærri lýst í próvtøkukrøvunum. Aktiv luttøka og 2 heimauppgávur, sum skulu standast, eru treytir fyri at sleppa til próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Svend Juul, Bodil Hammer Bech, Christina C. Dahm & Dorte Rytter. Epidemiologi og evidens, 3. udgave 2017. Munksgaard. Einstakir kapitlar úr (kunnu verða útflýggjað av undirvísara): J L Rasmussen & M K Pedersen (red.). Folkesundhedsvidenskab og epidemiologi. 2.udgave 2020. Gads Forlag. Annar lesnaður sæst í skeiðsætlan.
Ábyrgd
Marin Strøm