8723.23 - Kvalitativ granskingarháttaløg í heilsuvísindum


Skeiðsnummar
8723.23
Heiti
Kvalitativ granskingarháttaløg í heilsuvísindum
ECTS
7,5
Fortreytir
Heilsuvísindaliga útbúgving á bachelorstigi, Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa innlit í týðandi hugtøk, háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking, ogna sær førleika at meta um dygdina á kvalitativari gransking, og kunnu útinna kvalitativa kanning við støði í sjálvvaldum spurdómi í heilsuvísindum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - ymisk kvalitativ háttaløg - ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking - granskingargongdina í kvalitativari gransking - etiskt umhugsni innan kvalitativa gransking og við serligum denti á avbjóðingar í smáum og transparentum samfeløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - vísa innlit í eitt úrval av kvalitativum háttaløgum og vísindaástøðiligum tilgongdum - greiða frá samanhanginum millum vísindaástøðiligar tilgongdir og kvalitativ háttaløg - meta um dygdina á kvalitativari gransking út frá góðkendum kvalitetskrøvum - meta um etiskar avbjóðingar tá granskað verður í smáum og transparentum samfeløgum - útinna egna kvalitativa kanning við støði í sjálvaldum evni í heilsuvísindum
Próvtøkuháttur
Á skeiðnum ger lesandi 3 kravdar uppgávur, ið skulu standast áðrenn viðkomandi kann fara upp til próvtøku. Til próvtøkuna ger lesandi út frá einum av kravdu uppgávunum ein postara, sum lesandi munnliga leggur fram.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í skeiðsætlanini
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim