8730.23 - Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan


Skeiðsnummar
8730.23
Heiti
Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan
ECTS
15
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar, herundir eisini professiónsbachelor (td. sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari). Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella samsvarandi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um, og førleikar til, út frá einum heilsunámsfrøðiligum sjónarhorni at greina viðurskifti, ið hava týdning fyri heilsu og heilsu-atferð. Út frá ástøði innan heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan læra lesandi at menna uppskot til heilsufremjandi ella sjúkufyribyrgjandi tiltøk, og at greina heilsuspurningar út frá einum kontekstuellum sjónarmiði
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Heilsa sæð úr ymiskum sjónarhornum - Heilsunámsfrøði og heilsufremjan og fyribyrging -Rehabilitering sum heilsufremjan -Sosiologisk og onnur viðkomandi ástøði um heilsu og atferðarbroytingar -Heilsufremjan og fyribyrging og kontekst -Heilsa og sosialur ójavni
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Lýsa ymisk heilsuhugtøk og ymiskar áskoðanir á heilsu. - Greiða frá heilsufremjan og fyribyrging við støði í heilsunámsfrøðini. - Greiða frá, greina og kjakast um heilsuspurningar í serkendum konteksti út frá viðkomandi sosiologiskum ástøði og ástøði um atferðarbroytingar. - Greina og meta um týdningin av heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøkum í einum samfelagsligum perspektivi. - Við støði í heilsunámsfrøði og viðkomandi ástøði um sosiologi og atferðarbroytingar greina og reflektera um ítøkiligt heilsufremjandi og/ella fyribyrgjandi tiltak.
Próvtøkuháttur
Skrivlig einsæris uppgáva á donskum ella enskum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí skeiðsætlan
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim