8700.22 - Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
Skeiðsnummar
8700.22
Heiti
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
ECTS
15
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi.
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella tilsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi, ogna sær innlit í og vitan um ymisku vísindaligu greinirnar, skilja týdningin av valdum tilgongdum í mun til heilsuvísindaliga gransking og ogna sær vitan um og førleika at arbeiða við kvalitativum og kvantiativum háttaløgum innan heilsuvísindi á master stigi.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Vísindaástøðiligar tilgongdir út frá einum søguligum sjónarhorni
- Vísindaástøðiligar tilgongdir innan heilsuvísindi og avvarðandi fakøki
- Vísindaástøði sum grundarlag undir granskingarháttaløgum innan heilsuvísindi og avvarðandi fakøki
- Vísindaligar tilgongdir innan kvalitativa gransking: millum annað fenomenologi, hermeneutikk og diskursástøði
- Amboð sum vera nýtt innan kvalitativa gransking, millum annað interview, observatión og tekstgreining
- Hagfrøði og epidemiologi
- Háttaløg innan kvantitativa gransking, millum annað survey, kohorte-kanningar og nýtslu av spurnarbløðum og onnur amboð
- Litteraturleiting og litteraturreview
- Menning av granskingarprotokoll
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur.
Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:
- Greiða frá ymiskum vísindaástøðiligum tilgongdum sum grundarlag undir gransking innan heilsuvísindi
- Greina og meta um vísindaástøðiligar tilgongdir, sum vera nýttar innan gransking á heilsuøkinum
- Greiða frá samanhangi millum vísindaástøði og val av granskingarháttalagi
- Greiða frá avleiðingum av einum valdum vísindaástøði í mun til granskingarúrslit
- Greiða frá ymiskum kvalitativum tilgongdum
- Greiða frá ymiskum kvantitativum tilgongdum
- Meta um val av vísindaligari tilgongd
- Meta vísindalig altjóða kanningarúrslit
- Menna uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi
- Nýta hagfrøðilig hugtøk í greinanini av epidemiologiskum kanningum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøkuuppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Juul S, Bech BH, Dahm CC & Rytter D. Epidemiologi og evidens. 3. udgave. Munksgaard. 2017.
Kvale S & Brinkmann S. Interview - Det kvalitative forskningsinterview som håndværk. 3. udgave. Hans Reitzels Forlag. 2015.
Herumframt tilfar, ið verður lagt á moodle meðan skeiðið er.
Ábyrgd
Annika Helgadóttir Davidsen