8728.22 - Heilsuvísindi, samfelag og mentan


Skeiðsnummar
8728.22
Heiti
Heilsuvísindi, samfelag og mentan
ECTS
15
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi. Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella tilsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær innlit í samfelagslig og mentunarlig viðurskiftir í Føroyum, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur serliga lagdur á hesi viðurskifti: - Demografiska menningin í Føroyum, aldur, kyn, migrationsmynstur - Heilsupolitikkur og vælferð - Føroyar sum ‘small scale society’/smáoyggjasamfelag - Mentan og átrúnaður í Føroyum - Sosialur ójavni og heilsa - Lógarkarmar fyri heilsu í Føroyum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi - Greiða frá týdninginum av demografiskum viðurskiftum fyri skipan av heilsupolitikki og vælferðartænastum -aldursbýti -kyn -migrationsmynstur -geografisk viðuskifti - Greiða frá Føroyum sum ‘small scale society’/smáoyggjasamfelag við støði í viðkomandi ástøði og vísindaligum greinum - Greina samfelagsviðurskifi, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð - Meta um altjóða og tjóða vísindaligar greinar, ið umrøða samfelagsviðurskifti og heilsu - Lýsa lógarkarmar fyri heilsutænastur og vælferð í Føroyum - Greina og meta um samfelagsliga týdningin av mentan og átrúnaði í mun til fatan av heilsu yvirskipað og serstakt í Føroyum - Greina Føroyar sum karm fyri heilsuvísindaligum fyribrigdum og átøkum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva Framløga av vísindaligari grein skal vera staðin frammanundan próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lund R, Nilsson CJ, Christensen U & Schmidt L (red.). Medicinsk sociologi – social faktorers betydning for befolkningens helbred. 3. udgave. Munksgaard.2020. Rasmussen JL & Pedersen MK. Folkesundhedsvidenskab og epidemiologi. 2.udgave. Gads Forlag. 2020. Herumframt tilfar, ið verður lagt á moodle meðan skeiðið er.
Ábyrgd
Anna Sofía Veyhe