8729.23 - Heilsugransking


Skeiðsnummar
8729.23
Heiti
Heilsugransking
ECTS
15
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar, herundir eisini professiónsbachelor (td. sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari). Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella samsvarandi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um føroyska gransking innan heilsuvísindi og menna førleikar til at meta um tjóða og altjóða heilsugransking. Lesandi verða undirvíst í ymiskum sløgum av heilsugranskingarverkætlanum, hvussu slíkar verða lagdar til rættis, etisk viðurskifti í sambandi við heilsugransking, og tey læra at brúka hagfrøðisliga og kvalitativa greining til at arbeiða við dátutilfari og koma fram til niðurstøður
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Kvantitativ háttaløg, herundir hagfrøði og epidemiologi - Kvalitativ háttaløg og ástøðiligt grundarlag - Kohortukanningar og interventiónskanningar - Serføroysk sjúkufyribrigdi - Umhvørvis- og arvalig árin á heilsustøðuna
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá heilsugransking í mun til slag av gransking, vísindaligt háttalag, granskingarsnið og ástøðiligt grundarlag fyri hesum. - Greiða frá gransking innan heilsuvísindi í Føroyum, serliga um umhvørvis- og arvalig árin á heilsuna. - Greiða frá etiskum viðurskiftum í sambandi við heilsuvísindaligari gransking og meta um etiskar avbjóðingar í smásamfelagi sum Føroyar. - Greina ítøkiligar heilsuvísindaligar spurdómar og meta um ítøkilig data við hagfrøðisligari greining og við kvalitativari greining. - Greiða frá serføroyskum sjúkum og gransking, ið fer fram á økinum. - Greiða frá og meta um tjóða og altjóða heilsugransking og sameina úrslit úr ymiskum vísindaligum greinum um sjálvvalt evni á heilsuøkinum fyri at koma fram til niðurstøðu.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Víst verður til skeiðsætlan fyri lestrarlista
Ábyrgd
Anna Sofía Veyhe