8715.18 - Gerontologi
Skeiðsnummar
8715.18
Heiti
Gerontologi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er,
- at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina týdningarmikil viðurskiftir innan gerontologi
- at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk fyri eldri borgarar
- at lesandi menna førleikar og ogna sær vísindagrundaða amboð at menna praksis innan økið í Føroyum
Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Altjóða og tjóða gransking innan gerontologi
- Gerontologi og samfelagslig viðurskiftir
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi
- Greiða frá gerontologi sum vísindagrundað serøkið innan heilsuvísindi
- Greina samspæli millum gerontologi og samfelagslig viðurskiftir
- Meta úrslit frá vísindaligum kanningum innan gerontologi
- Meta um týdning av ymiskum vísindaligum háttaløgum, sum vera nýtt innan gerontologiskari gransking.
- Viðgera ein spurdóm frá praksis við støði í vísindagrundaða vitan inna gerontologi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin