8731.23 - Professionella relatiónin


Skeiðsnummar
8731.23
Heiti
Professionella relatiónin
ECTS
7,5
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
At lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina og meta um týðandi viðurskiftir, sum hava týdning fyri professionellu relatiónina. At lesandi fær førleika til at nýta hesa vitan í egnum arbeiði.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: • Relatiónin sum tað berandi í arbeiðinum – hvat er relatión í professionellum konteksti? • Møguleikar og forðingar fyri at skapa og varðveita professionellu relatiónina • Arbeiðsumstøður og karmar, sum hava týdning fyri professionella relatiónsarbeiðið • Supervisjón sum amboð • Kenslulig krøv, umsorganarmøði og útbrendheit í relatiónsarbeiðinum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, venjingar, framløgur og sjálvlestur. Á skeiðinum er ein heimauppgáva. Lesandi fáa skrivliga afturboðan við heimauppgávuna og munnliga afturboðan við próvtøkuframløguna.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina hugtakið relatión í einum professionellum konteksti • Reflektera um møguleikar og forðingar fyri professionellu relatiónina í egnum arbeiðskonteksti • Greiða frá kensluligu krøvunum í relatiónsarbeiðinum • Meta um vísindaliga grein innan professionellu relatiónina • Miðla viðgerðina av vísindaligari grein, og reflektera um brúkbari í egnum arbeiðskonteksti
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga. Aktiv luttøka og 1 kravd heimauppgáva, ið skal standast, eru treytir fyri at sleppa til próvtøku. Víst verður til próvtøkukrøv.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í skeiðsætlanini
Ábyrgd
Annika Helgadóttir Davidsen