6124.23 - Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.


Skeiðsnummar
6124.23
Heiti
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at viðgera og greina stjórnmálafrøðilig og samfelagsvísindalig evni, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og aðrar smátjóðir og oyggjasamfeløg. Í ljósinum av hesum er endamálið at ogna teimum lesandi hugtøk og ástøði at greina ymisk samfelagsvísindalig og stjórnmálafrøðilig evni, sum serliga gera seg galdandi í smátjóðum og oyggjasamfeløgum. Endamálið er eisini at greina munir og líkleikar á smærri og størri politiskum og mentanarligum samfeløgum og viðgera, hvønn týdning samfelagslig stødd hevur.
Innihald
Við útgangsstøði í vísindaligum tilfari um smátjóðir og oyggjasamfeløg inniheldur skeiðið: • Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg sum granskingarøki burturav • Útvald samfelagsvísindalig evni í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum, t.d. kyn, sosialar relatiónir og mentan • Útvald stjórnmálafrøðilig evni í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum, t.d. altjóða politikk, politiskar skipanir og fyrisiting
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á fyrilestrar, framløgur hjá lesandi, kjak, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiði er lokið, skal lesandi skal verða før/ur fyri at: • Miðla munnliga og skrivliga eina vísindaliga fatan av útvaldum evnum í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum. • Greina og kjakast um útvald samfelagsvísindalig og stjórnmálafrøðilig evni og viðgera hesi í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum. • Greina líkleikar og ymisleikar á smærri og størri samfeløgum í mun til útvald empirisk evni. • Eyðmerkja ítøkiligar trupulleikar ella avbjóðingar í smátjóðum og oyggjasamfeløgum. • Meta um, hvønn týdning samfelagslig stødd hevur í samfelagsvísindaligari og stjórnmálafrøðiligari gransking.
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga. Verður dømt staðið/ikki staðið, og er fortreyt fyri at sleppa til skrivliga próvtøku. Møtiskylda er til allan framløgudagin. Skrivlig tíðarbundin uppgáva (4-5.000 orð) Fyri at standa skeiðið skulu báðar próvtøkurnar standast hvør sær.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield