8714.18 - Epidemiologi


Skeiðsnummar
8714.18
Heiti
Epidemiologi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í epidemiologiini og førleika at greina viðurskifti innan epidemiologiini - At lesandi menna førleika kritiskt at lesa og meta um vísindaligar epidemiologiskar tekstir - At lesandi menna førleikar og ogna sær vísindagrundað amboð at brúka epidemiologi sum háttalag við atlit til granskingarverkætlan innan egið áhugaøki/arbeiðsøki Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verða hesir høvuðstættir innan epidemiologi viðgjørdir: mát fyri títtleika; mát fyri samband; kanningardesign (økologiskar kanningar, tvørskurðskanningar, kohortukanningar, case-kontrolkanningar, interventións-/eksperimenteller kanningar); screening; neyvleiki og validitetur; selektiónsbias; informatiónbias; confounding; effektmodifikatión; og kausalitetur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, interaktivar venjingar, bólkaarbeiði, kjak og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi -Kunna geva eina standard definitión av epidemiologiini og greiða frá, hvat ið hon snýr seg um, og vera varugur vid at epidemiologisk data kunnu nýtast til deskriptiv endamál og analytisk/etiologisk endamál -Skilja og kunna greiða frá høvuðstættir innan epidemiologiini: o mát fyri títtleika; o mát fyri samband; o kanningardesign (økologiskar kanningar, tvørskurðskanningar, kohortukanningar, case-kontrolkanningar, interventións-/eksperimenteller kanningar); o screening; o neyvleiki og validitetur; o selektiónsbias; o informatiónbias; o confounding; o effektmodifikatión; o kausalitetur. -Duga at brúka epidemiologisk grundeyðkenni fyri at bólka epidemiologisk kanningardesign og fyrimunir og vansar við hesi -Menna uppskot til epidemiologiskt kanningardesign og grundgeva herfyri -Greina og meta um granskingarúrslit úr kanningum innan fólkaheilsu, ið nýta epidemiologisk og statistisk háttaløg
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (einstaklinga) Kravt lestrarvirksemi: 2 uppgávur skulu latast inn áðrenn próvtøkuna
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Marin Strøm