6304.21 - Búskaparstýring fyri leiðarar


Skeiðsnummar
6304.21
Heiti
Búskaparstýring fyri leiðarar
ECTS
5
Fortreytir
Bachelorútbúgving.
Endamál
At tann lesandi ognar sær vitan og skil fyri ástøðum, hugtøkum og háttaløgum, sum verða brúkt í sambandi við búskaparstýring. Eisini skulu tey læra at savna inn og viðgera búskaparligar dátur og at miðla hetta í sambandi við leiðslu í verki.
Innihald
Høvuðsevnir: 1. Karmarnir um búskaparstýring og frágreiðing, herundir viðgerð av, hvørjar avbjóðingar hetta gevur leiðarum í gerandisdegnum. 2. Effektivitetur og produktivitetur – hvussu kunnu vit máta, bøta um og verkseta. 3. Hættir til fíggjarstýring. Hvat er at velja ímillum? Hvat skulu vit í øllum førum brúka? 4. Hvussu brúka vit tilfeingi rætt? Innlit í, hvussu virksemi krevur tilfeingisnýtslu, og hvussu vit kunnu bøta um hetta, eitt nú við at kortleggja mannagongdirnar. 5. Búskettlegging og uppfylging. Hvussu tryggja vit, at tað heldur? 6. Málseting og framskriving við undirbygdum amboðum. 7. Fíggjarfrásagnir við røttum lyklatølum og viðkomandi viðmerkingum. Váðastýring viðvíkjandi rakstri og verkætlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, kjak, venjingar, case-uppgávur, heimauppgávur og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Samskifta um búskaparstýring á ein fakligan undirbygdan máta til viðkomandi málbólkar. • Meta um viðkomandi leiðslufrágreiðing og val av fíggjarstýringaramboðum til at røkka ásettum málum. • Greiða frá, hvussu roknskapur skal lesast og skiljast • Greiða frá týðandi búskaparligum hugtøkum, herundir hvussu roknskapurin verður til, ávirkaður og brúktur. • Seta viðkomandi lyklatøl upp til roknskapargreining. • Eyðmerkja rák og frávik í roknskapartilfari Greiða frá og meta um, hvørji fíggjarstýringaramboð og/ella átøk eru hóskandi til at bøta um mannagongdir og botnlinju/búskett.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 25 minuttir. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið net og fartelefon.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Johnny í Grótinum