6302.21 - Lóg og leiðsla


Skeiðsnummar
6302.21
Heiti
Lóg og leiðsla
ECTS
10
Fortreytir
Bachelorútbúgving
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan og førleikar um løgfrøðilig evni og einstøk rættarrøki og háttaløg, sum eru viðkomandi fyri starvsfólk í leiðandi størvum.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Ein partur er um starvsfólkarætt og fyrisitingarrætt, uml. 2/3, og ein um privatan rætt, uml. 1/3. Í fyrra parti um fyrisitingarrætt og setanarrætt verður m.a. komið inn á: - hugtøk og háttalag viðkomandi fyri fyrisitingarrætt. - formliga fyrisiting, so sum krøv til gegni, grundgeving, partshoyring, rættin til alment innlit og partsinnlit o.a. - sakliga fyrisiting, so sum bann móti valdsreingjan og at seta meting undir reglu. - fyristingarliga roynd og hvussu ymiskir royndarstovnar eru skipaðir - Setanarrættarlig grundhugtøk og samanspælið millum arbeiðsrættarligar og fyrisitingarrættarligar meginreglur. - Sambandið millum sáttmálasetan og tænastumannasetan - Krøv til setanina sjálva. - Fyrisitingarrættarlig krøv til uppsagnir og onnur agatiltøk (disciplinæraktion). - Samanspælið millum leiðslurætt hjá arbeiðsgevarum og rættindini hjá tí setta. Í seinna parti um privatrætt verður m.a. komið inn á - Keypirætt og kravrætt. - Tinglýsing, veð og borgan. - Hugverkarætt (immaterialrætt). - Marknaðarførslurætt. - Kappingarrætt. - Tryggingarrætt. - Vinnufelagsrætt. - Tvingsilsfulnað og húsagang.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um uml. 40 undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal hin lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá innihaldi í og skipan av rættarkeldum rættarpraksis, og hvussu stovnar av týdningi fyri fyrisitingarrætt, setanarrætt og privatan rætt eru skipaðir. - Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. - Finna viðkomandi rættarkeldur og rættarpraksis innan nevndu rættarøki og greiða frá terminologi og háttalagi. - Greina truplar fyrisitingarrættarligar og setanarrættarligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av rættarkeldum. - Reflektera yvir og grundgeva fyri støðutakan í ítøkiligum málum, har rættargrundarlagið ikki er greitt, og har “kapping” kann vera millum ymiskar heimildar grundgevingar. - Perspektivera markamót millum fyrisitingarrættarligar og arbeiðsmarknaðarrættarligar meginreglur í sambandi við setanir. -Miðla og argumentera vitan og loysnir innan fyrisitingarrætt og setanarrætt skrivliga og munnliga á greiðan hátt.
Próvtøkuháttur
Endalig skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva miðskeiðis í skeiðinum telur 1/3 av próvtalinum. Felags próvtal verður givið. Fortreyt fyri at fara til endaliga skrivliga roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Til endaligu skrivligu royndina er alt skeiðstilfar tøkt, og atgongd er til net.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn til Lóg og leiðslu við brotum úr fakgreinum, fakbókum, úrskurðum, forarbeiðum frá lógaruppskotum o.ø., er tøkt á Moodle-skipanini undan undirvísing. Kravdur lesnaður er millum 500 og 700 síður.
Ábyrgd
Árni Jóhan Petersen