6313.23 - Leiðsla og samskifti


Skeiðsnummar
6313.23
Heiti
Leiðsla og samskifti
ECTS
7,5
Fortreytir
Bachelor
Endamál
At tann lesandi fær innlit í ástøðir, háttaløg og gransking viðvíkjandi leiðslu og samskifti, umframt lærir at fyrihalda seg kritiskt og reflektera yvir hvussu leiðsla og samskifti fer fram í verki, við áherðslu á samskifti í leiðsluleiklutinum, tann lesandi arbeiðir við til dagligt.
Innihald
• Klassisk og nútímans leiðsluástøði • Tann kommunikativa organisatiónin • Konflikthandfaring og konfliktupploysn • Samskifti tvørtur um fakmentanir og í frástøðu • Vald og samskifti • Trupla samrøðan sum menningarmøguleiki • Corporate Branding og storytelling • Narrativ stovnsmenning • Samskifti á fundum • Samskifti í samband við missión, visjón og strategi • Verbal viðurkenning • Kreppusamskifti
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið skal tann lesandi vera før/førur fyri at: • lýsa klassisk og nútímans ástøði um samskifti • greiða frá tørvinum á samskifti, og kritiskt velja ímillum og meta um ymisk samskiftisthættirnar í leiðsluyrkinum • Kreppusamskifta • Lýsa og greiða frá sambandinum ímillum vald og samskifti • ”umseta” og samskifta greitt, um ofta torgreiddu strategi, missjón og visjón í almenna, ella privata geiranum har ein er leiðari, so starvsfólki skilir hvat hon, ella hann skal gera ímun til at arbeiða strategiskt. • brúka narrativtet og storytelling, sum leiðsluamboð • Samskifta innanhýsis mál, facilitera og menna fakmál og relatiónir og uttanhýsis við kundar/interessentar, nynduleikar, lokalsamfelag o.l • geva starvsfólki verbala viðurkenning og konret feedback, bæði til einstaklingin, toymi og bólkar • Samskifta um konflikt og megna, sum leiðari at orða seg um truplar støður og proaktivt handfara konfliktir. • Samskifta sum meiningsskapan • Samskifta í einari óttaleysari organisatióninsmentan
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensumlistin, ið verður á tøkur tá ið skeiðið byrjar
Ábyrgd
Súsanna Olsen