6314.23 - Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð/globalisering.


Skeiðsnummar
6314.23
Heiti
Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð/globalisering.
ECTS
7,5
Fortreytir
Bachelor
Endamál
At tann lesandi fær innlit í ástøðir, háttaløg og gransking viðvíkjandi, leiðslu í mikrosamfelagnum og tey serligu atlit, ein má taka hædd fyri, umframt hvussu ein leiðir, tá ið globalisering/alheimsgerðing er eitt vilkor. Tann lesandi skal læra at fyrihalda seg kritiskt og reflektera yvir hvussu hesi trý leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerðing hvør í sær og sínámillum hanga saman og ávirka hvørt annað.
Innihald
• Søgulig frágreiðing upp á globalisering og hvussu hetta hongur saman við leiðslu. T.d. hvussu leiðslufilosofi úr øðrum londum ávirkar norðurlendska leiðslustíl og organisatiónsmentan, um okkara leiðir • Vísa forstáilsi fyri ymiskum sløgum av globalisering (búskaparlig, mentunarlig og politisk globalisering) • Leiðsla í almenna- og privata geiranum og hvussu globalisering ávirkar gerandisdagin, ja-liga eins væl og nei-liga – handfaring av kompleksitet og áhaldandi broyting og tillaðing, sum internationalisering hevur við sær, t.d. høgan mobilitet hjá arbeiðsmegini • Globalt mindsett í leiðsluhøpi • Serligu eyðkennini og atlit at taka viðvíkjandi leiðslu í einum mikrokonteksti, har fyribrigdi sum t.d. “social ecology” , óformella og formella samskifti, leiðsluumhvørvi við høgum kendleika, handfaring av ósemjum við at tiga og ikki tala, ella “muting hostility” • Hvussu lítilleikin er ein avmarking, og samstundis gevur leiðsluligan agilitet og møguleikar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið skal tann lesandi vera før/førur fyri at: • Á ein yvirskipaðan hátt at lýsa, at greiða frá ástøði og gransking, í samband við hvat globalisering er, og hvussu hetta kann ávirka einstaka leiðaran • Hava eitt globalt mindsett, ið er sett saman av høgum sosialum kapitali, intellektuellum kapitali og sálarligum kapitali og brúka hetta í leiðsuyrkinum. • Handfara kompleksitetin vegna globalisering, herundir, margtýdning, fjølbroytni og volatilitet • lýsa og greiða frá ástøði og gransking, í samband við hvat ein mikrostatur/samfelag er, og hvussu hetta kann ávirka einstaka leiðaran • lýsa og greiða frá hvat eyðkennir eitt leiðsluumhvørvi í einum mikrosamfelag og hvussu tann lesandi sjálvur handferð hetta fyribrigdi í gerandisdegnum • At skilmarka ímillum hvussu leiðsla fer fram í ávikavist einari privatari fyritøku og á einum almennum arbeiðsplássi har mikrokonteksturin er til staðar, og vísa á hvussu fyribrigdini, so sum “social ecology”, óformelt og formelt samskifti, leiðsluumhvørvi við høgum kendleika, handfaring av ósemjum við at tiga og ikki tala, ella “muting hostility” er rættuliga ítøkilig. • greiða frá leiðsluligum fyrimunum og vansum, tá ið eitt samfelag er so lítið og samstundis verður ávirka av globalisering – megna at hugsa ”glokalt”
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensumlistin, ið verður á tøkur tá ið skeiðið byrjar
Ábyrgd
Súsanna Olsen