6337.24 - Burðardygg leiðsla


Skeiðsnummar
6337.24
Heiti
Burðardygg leiðsla
ECTS
7,5
Fortreytir
Bachelorútbúgving
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at tey lesandi skilja týdningin av burðardyggari leiðslu. T.v.s. At hugsa um burðardygga leiðslu sum ein týdningarmiklan part, har ein sjálvur er leiðari, og at skipa soleiðis fyri, at privata ella almenna fyritøkan/stovnur, ið er ein partur av eini størri vistskipan, tekur ábyrgd fyri at minðka um nei-liga ávirkan umhvørvisliga og sosialt Skeiðið ger tann lesandi føran fyri at kanna burðardygd í sambandi við organisatiónir og serliga at eyðmerkja leiklutir og samspæl millum etikk, leiðslu og strategi.
Innihald
• Ymisk ástøðir og gransking í samband við burðadygga leiðslu, umvørvisliga og sosialt • Altjóða lógir og sáttmálar í samband við burðardygd • 17 heimsmálini hjá ST • Environmental, Social Governance (ESG) • Burðardygd og ESG í føroyskum konteksti • Veðurlags átøk í fyritøkum og organisatiónum • Lívfrøðiligt margfeldi og fiskivinnan • Sirkulerur búskapur á stovunum og í fyritøkum • Mannarættindi og burðardygg leiðsla • Burðardygt strategiarbeiði • Rapportering og stýring
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi verða førur fyri at: • Greiða frá, greina og meta um týdningin av burðardyggari leiðslu • Lýsa hvussu ein í verki arbeiðir við ESG, eisini í føroyskum høpi • Greiða frá hvussu ein arbeiðir við umhvørvisstrategi á ymiskum stigi • Greiða frá hvat munurin er á umhvørvisligari og sosialari burðardygd • Lýsa og rapportera hvussu ymisku burðardygdar átøk síggjast aftur, í fyritøkum og stovnum , og hvussu ein leiðir og stýrir í hesum høpi.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka, við støði í skrivligari heimauppgávu
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1.000 síður