6341.24 - Organisatiónsmenning


Skeiðsnummar
6341.24
Heiti
Organisatiónsmenning
ECTS
7,5
Fortreytir
Bachelorútbúgving
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at tey lesandi skilja týdningin av organisatiónsmenning. Skeiðið ger tann lesandi føran fyri, á ein grundleggjandi hátt, at skilja ymisku partarnar av hvat organisatiónsmenning merkir, t.v.s. sniðgeving, íverksetan og eftirmeting av organisatiónsmenning.
Innihald
• Ymisk ástøðir (klassisk og nútímans) og gransking í samband við organisatiónsmenning • Organizational Intervention (OI) • Samskapandi (co-creation) organisatiónsmenning • Lærandi stovnur (The Learning Organization – LO) • Capacitybuilding • Relatiónsførleiki leiðarans til starvsfólkahópin • Fylgjuskapur og/ella mótstøða í organisatiónsmenningargongdini
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða før/ur fyri at: • Brúka gransking og vitan um organisatiónsmenning • Greiða frá, greina og meta um týdningin av organisatiónsmenning • Fáa starvsfólkahópin at skilja HVÍ organisatiónsmenning er neyðug • Lýsa hvussu ein í verki arbeiðir við Organisatoriskari Interventión (OI), t.v.s. menna, seta í verk og eftirmeta eitt OI átak, eisini í føroyskum høpi - • Greiða frá teimum ymisku fakligu hugtøkunum og fyribrigdunum, sum eru knýtt at nútímans organisatiónsmenning, so sum capacity-building, t.v.s. leiðsluátøk, ið hava við sær, at starvsfólki trívist og mennist, og á hendan hátt økja um evnini hjá organisatiónini at náa síni mál • Skilja ástøði handan lærandi stovnin og vísa í verki hvussu ein leiðir lærandi almennar - eins væl og privatar organisatiónir • Handfara og skilja evt. mótstøðu í starvsfólkahópinum, í eini organisatións-menningargongd.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka, við støði í skrivligari heimauppgávu (portofolio-eksamia)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1.000 síður
Ábyrgd
Súsanna Olsen