6339.24 - Organisatiónsmentan


Skeiðsnummar
6339.24
Heiti
Organisatiónsmentan
ECTS
5
Fortreytir
Bachelorútbúgving
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi yvirskipað skal skilja ymisku tættirnar, sum leiðslan í almennum- eins og privatum organisatiónum skal taka sær av, í samband við organisatiónsmentan. T.v.s. skilja ástøðiliga og í verki, hvussu organisatiónsmentan, tilvitað og ótilvitað ávirkar gerandisdagin.
Innihald
• Klassisk og nútímans ástøði og gransking um organisatiónsmentan • Organisatión við mentan • Organisatión sum mentan • Strategiir til greining av organisatiónsmentan • Organisatiónsmentan í samband við broytingar í organisatiónum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, praksisuppgávur so sum eygleiðingar, kortleggingar, strategiformuleringar í egnari organisatión, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða førur fyri at: • Nýta gransking og vitan um organisatiónsmentan, til greining av eini organisatión, umframt at meta um hvørjar leiðsludygdir eru neyðugar í hesum sambandi. • Greiða frá týdningin av meiningsskapan, samskifti og sosialum sambondum í samband við organisatiónsmentan. • Lýsa og greiða frá hvørja ávirkan kompleksitetur í dagsins seinmodernaða samfelagi hevur á organisatiónsmentan innan almennar stovnar og privatar fyritøkur • Kortleggja mentan í egnari organisatión og greina hesa við útvaldum ástøðiligum amboðum um organisatiónsmentan. • Kritiskt og reflekterað greiða frá og greina, hvussu ein leiðir starvsfólk í mun til organisatiónsmentan, eitt nú í samband við organisatiónsbroytingar
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á 30 min. Fyrst er ein framløga á 20 min. Í hesi framløgu skal týðuliga koma fram hvat tann lesandi hevur lært um organisatiónsmentan og hvussu hendan læring og vitan sæst aftur í verki í egnari organisatión og leiðslustarvi. Tikið verður saman um próvtøkuna við einum ófyrireikaðum fakligum dialogi (ca. 8-10 min.).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 500 síður
Ábyrgd
Súsanna Olsen