2430.15 - Serritgerð á MA í løgfrøði


Skeiðsnummar
2430.15
Heiti
Serritgerð á MA í løgfrøði
ECTS
30
Fortreytir
Innskrivaði á master løgfrøði
Endamál
Tann lesandi skal sambært vegleiðing fremja óheftar rannsóknir og miðla úrslitini skrivliga samsvarandi viðurkendum háttaløgum. Serritgerðin skal sýna, at tann lesandi á masterútbúgvingini hevur fingið breiða løgfrøðiliga fatan, innlit í viðkomandi háttaløg og evnar at leggja afturat løgfrøðiligum bókmentum.
Innihald
Masterritgerðin er eitt vísindaligt arbeiði um ávísan spurdóm og skal prógva, at tann lesandi dugir vísindaligt háttalag og vísindaligt handverk, dugir at skriva greidliga og væl skiljandi við nøktandi heimildum og tilvísingum. Masterritgerðin skal vera í mesta lagi 60 síður til longdar, umframt samandrátt og møgulig serstøk skjøl við ikki algongdum heimildum. Ritgerðin skal vera á føroyskum, skandinaviskum ella enskum máli við samandrátti á enskum máli. Leiðbeinandi lærari beinir tí lesandi á høvi og háttaløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Leiðbeinandi lærari beinir tí lesandi á høvi og háttaløg.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu sýna: -Fatan av avbjóðingum á viðkomandi fakøki. -Førleika at finna, savna og skipa keldur. -Førleika at skipa størri vísindalig verk. -Fatan av avbjóðingum at tulka lóg. -Fatan av avbjóðingum at greina løgfrøðiligt tilfar. -Fatan av ymisligum og viðkomandi ástøði. -Førleikar at kjaka, miðla og skipa kunnleika um lóg. -Førleikar at skriva lógkøn rit at lýsa og greina rættarstøðuna á dogmatiskum økjum. -Førleikar at arbeiða við og skapa rit ætlað vísindaligari útgávu.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming Vegleiðarin og uttanseturs próvdómari meta saman um serritgerðina.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Bárður Larsen