2467.20 - Peningastovnsrættur


Skeiðsnummar
2467.20
Heiti
Peningastovnsrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í peningastovnsrætt sum serstakt rættarøki. Skeiðið er ætlað lesandi á MA í lóg, men onnur kunnu eisini fáa nyttu av skeiðnum, ikki minst starvsfólk í peningastovnum eins og vanligir borgarar.
Innihald
Fakið peningastovnsrættur snýr seg um lógarverkið um peningastovnar og er viðkomandi fyri løgfrøðingar, advokatar, grannskoðarar, starvsfólk í peningastovnum, onnur sum ráðgeva um fíggjarlig viðurskifti og onnur við áhuga fyri økinum. Komið verður m.a. inn á hesi viðurskifti: • Peningastovnsrætt í samfelagnum – týdning og og fyrilit fyri rættarligu støðuna í Føroyum, umframt ávirkanina frá ES-rætti. • Loyvi og virkisøki. • Tagnarskyldu. • Innlán og útlán. • Gjaldmiðlan og gjaldmiðlar. • Brúkaravernd og góðan bankasið. • Leiðslu – førleikakrøv, uppgávur hjá nevnd, uppgávur hjá stjórn, virkisstýring, lýdni (compliance), lønarviðurskifti, góða virkisleiðslu (Corporate Governance), leiðsluábyrgd. • Kapitalkrøv og váðastýring. • Donsku bankapakkarnar. • At avtaka peningastovn í trongstøðu. • Íløgur – íløgutænastur og ráðgevaraábyrgd. • Fíggjareftirlit. • Hvítvask, varskó og samfelagsábyrgd. • Nýggj tøkni, avbjóðingar og møguleikar – blokkketa (blockchain), kryptogjaldoyru, Fintech, telduvit (AI) o.a.
Læru- og undirvísingarhættir
Uml. 40 tímar av undirvísing, sum í høvuðsheitum verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum og kjaki í tímanum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal hin lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá grundleggjandi peningastovnsrættarligum reglum og prinsippum. • Finna, greiða frá og meta um týdningin av ymiskum sløgum av rættarkeldum og venju í peningastovnsrætti. • Greiða frá endamáli og fyriliti við lógarásetingum í peningastovnsrætti og seta hesar í høpi og meta um samfelagsins tørv. • Greina ítøkiligar peningastovnsrættarligar spurningar og grundgeva fyri og ímóti ymiskum rættarligum loysnum og koma við uppskotum til niðurstøður. • Ráðgeva um peningastovnsrættarligar spurningar • Miðla og orða omanfyristandandi løgfrøðiliga og málsliga neyvt og greitt.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 24 tíma heimauppgáva telur 2/3 av próvtalinum. Skrivlig fleirvalaroynd telur 1/3. Eitt próvtal verður givið. Fortreytin fyri at fara til próvtøku (24 tíma heimauppgáva) er, at tann lesandi hevur staðið fleirvalaroyndina, mett sum sjálvstøðugt avrik.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Finansret – bank, realkredit, investering, pension eftir Lindu Nielsen, 1. útg. 2019, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, verður við undantøkum av einstøkum kapitlum nýtt sum grundbók. Úrskurðir og annað viðkomandi tilfar verður eisini lisið. Samlað pensum liggur um 600 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen