2422.15 - At skriva serritgerð í lóg


Skeiðsnummar
2422.15
Heiti
At skriva serritgerð í lóg
ECTS
5
Fortreytir
Innskrivaði á master løgfrøði
Endamál
At fyrireika lesandi at skriva serritgerð á master í løgfrøði. Tey lesandi skulu vegleiðast at fara undir at skriva serritgerð vitandi um viðkomandi formlig og tøknilig krøv. Tey lesandi skulu gerast varug við fakligi málini í ritgerðum, tá ið ræður um at seta upp spurdóm, lýsa háttalag, skipa, tilvísa í teksti og notum, keldulista, grundgeva retoriskt, logiskt og pragmatiskt, og harafturat nøktandi at vitja øll viðkomandi sløg av heimildum og á hóskandi hátt velja, avmarka og lýsa tær, umframt at koma til haldgóðar niðurstøður.
Innihald
Tey lesandi skulu undan skeiðnum hava valt sær evni at skriva um (tó at tey ikki verða kravd at skriva serritgerð um júst hetta evnið). Tey lesandi skulu síðani ganga ígjøgnum týðandi ástøði og praktiskar forskriftir fyri lógkønari skriving alment og serliga ritgerðum. Út frá valda evninum skal so tilfar savnast og skipast samsvarandi haldgóðum háttalagi. Tey lesandi skulu loksins skriva lýsing av ætlaðari serritgerð við spurdómi, háttalagi, skipan og keldulista.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum umframt studentaframløgum, har tey lesandi skulu greiða frá ætlanum og háttaløgum. Síðani verða tey lesandi í sjálvlestri og eftir vegleiðing at finna og savna tilfar og menna verkætlanina.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Orða ritgerðarspurdóm. -Greiða frá háttalagi. -Sýna førleikan at finna, savna og skipa keldur. -Sýna førleika at skipa ritgerð.
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvdøming Tey lesandi lata inn skrivliga lýsing av uppskoti um ritgerð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen Tilfarssavn – tøkt á FirstClass
Ábyrgd
Bárður Larsen