2424.15 - At skriva grein í lóg


Skeiðsnummar
2424.15
Heiti
At skriva grein í lóg
ECTS
5
Fortreytir
Innskrivaði á master løgfrøði ella líknandi
Endamál
At fyrireika lesandi at skriva ritgerð at almannakunngera í løgfrøðiligum fakriti ella tíðarriti. Tey lesandi skulu antin búgva til útgávu ritgerð, sum tey longu hava skrivað og latið inn, ella skriva nýggja grein. Tann lesandi skal laga grein sína at stíli og krøvum hjá ávísum lógarriti og á hóskandi hátt skipa stíl, tilvísingar, próvførslu og almenna skipan hareftir.
Innihald
Menning og almannakunngerð av lógkønari grein. Tey lesandi menna verk til tess at hetta gerst partur av lógkønum bókmentum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum umframt studentaframløgum, har tey lesandi skulu greiða frá ætlanum og háttaløgum. Leiðbeinandi lærari beinir tí lesandi á høvi og háttalag at betra og tillaga ritgerð til útgávu.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu sýna: -Fatan av avbjóðingum á viðkomandi fakøki. -Fatan av avbjóðingum at tulka lóg. -Fatan av avbjóðingum at greina løgfrøðiligt tilfar. -Fatan av ymisligum og viðkomandi ástøði. -Førleikar at kjaka, miðla og skipa kunnleika um lóg. -Førleikar at skriva lógkøn rit at lýsa og greina rættarstøðuna á dogmatiskum økjum. -Førleikar at arbeiða við og skapa rit ætlað vísindaligari útgávu.
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvdøming Góðkent/ikki góðkent.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen Tilfarssavn – tøkt á FirstClass
Ábyrgd
Bárður Larsen