2425.15 - SACS – Summarskeið um landgrunsrættindi


Skeiðsnummar
2425.15
Heiti
SACS – Summarskeið um landgrunsrættindi
ECTS
5
Fortreytir
Bachelorprógv ella samsvarandi støði við nóg góðum innliti í almenna løgfrøði og/ella landgrunsrættarlig viðurskifti.
Endamál
At breiða út jarðvísindaligan og løgfrøðiligan kunnleika við atliti at landgrunninum, serstakliga uttan fyri 200 fjórðingar. Høvuðsdentur verður lagdur á at skilja grein 76 og 83 í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða og hansara Fylgiskjali II, serliga við atliti at tí torgreidda samspælinum millum hesi bæði fakøki og teirra týdning fyri landgrunsrættindi strandalanda og ásetingina av landgrunsmarkinum uttan fyri 200 fj. umframt fyri marknaseting millum grannalond.
Innihald
Ein røð av vísindaligum greinum o.ø. verða viðgjørdar saman við undirvísarunum. Nakrir grundleggjandi altjóða dómsúrskurðir við atliti at landgrunsmarknamálum verða eisini gjøgnumgingnir, umframt at rættarliga og vísindaliga grundarlagið og tilgongdin við marknaáseting og uppgávan hjá Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða verða umrøtt.
Læru- og undirvísingarhættir
35 tímar við fyrilestrum, kjaki og gjøgnumgongd av dømum um landgrunskrøv og marknaáseting við luttøku av heimligum og altjóða undirvísarum.
Læruúrtøka
Luttakararnir skulu kunna: - Greiða alment frá altjóða lóg við atliti at landgrunsrættindum - Greiða serstakt frá landgrunsrættindum við atliti at muninum millum økið innan fyri og uttan fyri 200 fjórðingamarkið - Sýna grundleggjandi innlit í uppgávuna og arbeiðið hjá Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða - Vísa fatan av týdninginum, sum altjóða havrættarsáttmálin undir ST hevur fyri spurningin um áseting av landgrunsmørkum uttan fyri 200 fjórðingar - Sýna innlit í mannagongdir at áseta hesi landgrunsmørk - Vísa førleika at greina galdandi rættvísismát í marknamálum, har tvey ella fleiri lond hava umskarandi landgrunsrættindi - Greina ta menning, ið sæst ella er væntandi innan altjóða lóg í mun til landgrunsmørk - Sýna fatan av týdninginum, sum jarðvísindi hava fyri áseting av ytru landgrunsmørkum.
Próvtøkuháttur
2 tíma skrivlig próvtøka á enskum máli. Luttakararnir kunnu hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 600-700 blaðsíður av greinum, dómum og øðrum tilfari sambært bókmentalistanum, sum verður tøkur í góðari tíð undan skeiðnum á leinkjuni til SACS á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya: http://setur.fo/sacs
Ábyrgd
Bjørn Kunoy