2429.14 - Løgræði


Skeiðsnummar
2429.14
Heiti
Løgræði
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
Skeiðið birtir uppundir at fáa tey lesandi at umhugsa ta skipan ið tey ætla sær at virka í – tað ið vit nevna “lógina” – og breiðari um stjórn. Sum skeið í ástøðiligari løgfrøði, kann tað kennast meiri alment og minni ‘løgfrøðingakent’ enn vanligu lógskeiðini, men roynt verður at sýna týdningin fyri løgfrøðiyrkið. Sambandið millum lógbundna stjórn og fólkaræði verður kannað, umframt sambandið millum lógbundna stjórn og stjórnarskipanarstevnu. Siðbundni spurningurin er: “hvat er lóg?” Vanliga háttalagi at svara dylir ofta ta sannroynd at veruliga avbjóðingin er slagið av stjórn: hvat er at stjórna eftir lóg og verða stjórnaður eftir lóg? Í løgfrøðiligum bókmentum í ensktmælta heiminum verður okkurt nevnt “løgræði” umrøtt; og samsvarandi er hugmynd um ríki har løgræði er í hásæti nevnt rættarsamfelagið (á enskum enntá ofta nevnt “Rechtstaat”), hóast tann hugmyndin meira er sprottin úr europeiska meginlandinum. Fleiri ástøði eru um løgrøði og rættarsamfelag; skeiðið hyggur at siðbundnum bókmentum um bæði og ber saman ymsu ástøðini. Skeiðið kannar evnið løgræði – hvat er at stjórna og verða stjórnaður eftir lóg – á ósiðbundnan hátt.
Innihald
Millum helstu bókmentir verður sonevnda ‘Ritgerðin um lóg’ (Summa Theologiae Iallæ, sp. 90-97) eftir Thomas Aquinas (1225-1274) har, verður ført fram, Thomas fremst av øllum fæst við at orða ávísa fatan av lógbundnari stjórn og at seta hesa upp ímóti hvat hann fataði sum fremsta kappignarneyta hennara. Sum heimild ið lýsir hini fatanina (sum er betri kend í dagsins høpi) fara vit at lesa munandi partar av The Province of Jurisprudence Determined (1832) eftir 19. aldar enska løgfrøðingin John Austin (1790-1859) og fara eisini at hyggja at nýggjari verkum sum The Concept of Law eftir H. L. A. Hart (1907-1992), og summum ikki so eyðsýndum heimildum. Ástøði um løgræði og rættarsamfelagið verða ofta hildin at verða íkomin seint í 18. øld og at endurspegla upplýsingartíðina og fatan hennara av lóg og stjórn og tengdar broytingar í politskari venju, serliga menningina av tí ið kann kallast ‘nútíðar fólkaræði’. Skeiðið verður kent á enskum, og lesandi verða biðin at nýta enskar heimildir, tó at summar kunnu eisini verða á øðrum málum.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 36 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir og serlig øvilsi, partvíst sum intensiv undirvísing við fremsta altjóða serfrøðingi á økinum. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum, umframt studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -fáa inllit í ósiðbundna fatan av løgræði mentað av lærara og framkomna ígjøgnum klassiskar keldur ið fatanin er bygd á; - Greiða frá hugmyndunum løgræði og rættarsamfelagnum og viðkomandi heimildum og bókmentum og ástøði teirra. -hava samanborið hetta nýggja ástøðið við siðbundnar fatanir af løgræði og rættarsamfelagnum; -hava umhugsað týdningin av fatan av løgræði fyri vinna sum løgfrøðingur; -hava rannsakað tengslið millum løgræðis og fólkaræðis. -leggja fram og leita fram próvgrundir í góðari javnvág við fatan af ymsu áhugamálunum, tulkingarrúmd og fakligari menning á økinum.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum) Skrivlig próvtøka ið skal vera svarað á enskum, fronskum, donskum ella norskum máli
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tilfar ið lærarin fyrireikar Thomas Aquinas. "Ritgerðir um lóg" (Summa Theologiae IaIIæ, QQ. 90-97) H. L. A. Hart. The Concept of Law Working texts composed by the teacher Thomas Aquinas. "Treatise on Law" (Summa Theologiae IaIIæ, QQ. 90-97) H. L. A. Hart. The Concept of Law Contact: Dr. Mikael Karlsson, Emeritus Professor of Philosophy Bárður Larsen, assistant professor of Law
Ábyrgd
Bárður Larsen