2431.14 - Konstitusjonelt demokrati


Skeiðsnummar
2431.14
Heiti
Konstitusjonelt demokrati
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í stjórnarligt fólkaræði, serliga løgliga grundarlagið fyri politiska atferð og tær avmarkingar ið stjórnarlóg og millumtjóða sáttmálar seta stjórnarvaldi og embætisverki. Dentur verður lagdur á søguligu og samanberandi fatan av menningini í vesturnorrønu londunum. Harumframt verður tikið í tær mongu lógkeldurnar á økinum ið merkt er av broytiligum venjum í støðugari menning, meginreglum ið krevja at verða latnar upp og ítøkiliggjørdar í tulking við hollari fatan av atlitarlæru. Umframt hugt at mongum ymsum lógskapandi stovnum, tingi og fyrisiting, samveldisstovnum og serligum trætustovnum og ikki minst rættarskipanini við hægsturættunum á odda. Hesar ymsu lógkeldurnar og stjórnarstovnar samvirka at skapa sera fjøltáttaða og broytiliga skipan. Fakið er ætlað løgfrøðilesandi, umframt øðrum við politiskum og stjórnarligum áhuga.
Innihald
Skeiðið tekur upp fimm tættir, stjórnarskipan, stjórnarvøld, stjórnarrættindi, vesturnorrønar stjórnarskipanir og stjórnarroynd. Hesir tættir verða viðgjørdir út frá lógarteksti, úrskurðum og bókmentum, altíð við denti á praktiska fatan av týdninginum fyri framtíðar tingfólk, embætisfólk, dómarar, umboð og borgarar í stjórnarligum fólkaræði. Teir fimm tættirnir verða endurtiknir í intensivu vikuni til endans. Tey lesandi fáa høvi at gera seg kunnug við nógvar ymsar keldur, men doyin leggja á háttalag at greina íkomnar ella hugsandi støður og føra próvgrundir fyri bæði hugsandi loysnum og valinum av frægastu og mest uppbyggiligu loysnini í støðuni.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 36 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir og serlig øvilsi. Síðsta vikan undan próvtøku er skipað sum intensiv undirvísing við fremsta norðurlendska serfrøðingi á økinum. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum, umframt studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá stjórnarskipaðum fólkaræði í vestaru norðanlondum og viðkomandi lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum teirra. -Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu í hesum høpi, hvørja ávirkan felagsmál og altjóða lóg og hvørjar heimildir felags og altjóða stovnar hava fyri stjórnarligt fólkaræði. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum rættindum borgaranna í stjórnarskipaðum fólkaræði. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av stjórnarskipaðum fólkaræði fyri borgara, fyrisitara, stjórn, ting, dómstólar og aðrar stovnar, eisini kommunalar, samveldis og millumtjóða. -Greina truplar løgfrøðiligar og heimspekiligar avbjóðingar við samanberandi háttalagi og vísandi fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum, úr egnum løgdømi eins og grannalondum og altjóða -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum í stjórnarskipaðum fólkaræði. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum áhugamálunum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka ið skal vera svarað á enskum, fronskum, donskum ella norskum máli
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Eivind Smith: Konstitusjonelt demokrati 2. utgave Kári á Rógvi: West-Nordic Constitutional Judicial Review Kári á Rógvi: Tilfarssavn – tøkt á FirstClass
Ábyrgd
Kári á Rógvi