2432.15 - Løgfrøðilig fatan


Skeiðsnummar
2432.15
Heiti
Løgfrøðilig fatan
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í ymsa fatan og siðsøguliga menning í vísindaligari og praktiskari løgfrøði, herundir norrøna lógmentan, klassiskan og nýtulkaðan natúrrætt, lógpositivismu og rættspositivismu, dynamiskar traditiónir og pragmatismu. Dentur verður lagdur á kunnleika um hesi ymsu rák og at síggja, hvussu tey ávirka lógkeldur og venju í ymsum tíðarskeiðum, stovnum og høpum. Serliga verður hugt at hvat virði er í at kenna og brúka ymsar løgfrøðiligar fatanir. Fakið er ætlað løgfrøðilesandi, umframt øðrum við siðsøguligum og stjórnarligum áhuga.
Innihald
Skeiðið tekur fram røð av dømum úr bæði ástøði og venju úr ymsu rákunum og tíðarskeiðunum við tí fyri eyga at ávísa hugsjónir og stevnur og ávirkan teirra á løgfrøðiliga fatan. Kannað verður eftir, hvat er kent í føroyskari, norðurlendskari og aðrari, eisini í altjóða høpi. Dentur verður lagdur á at taka upp ymisk høpi og hugtøk av týdningi fyri hvørt evni, eittnú týdningi av siðbundnari mentan í norrønum løgsiði, vísindaligu og normativu ástøðini handan positivismuna og tey stóru valini ímillum neyvan savnslóg og mennandi venjulóg v.m. Hugt verður at, hvussu føroyska rættarstøðan er merkt av øllum hesum rákum á onkran hátt, og hvørjir ágóðar eru at fata tey, tá ið ræður um at tulka lóg á ymsum økjum. Serliga verður gjørt burturúr dømum, har ymsu fatanirnar kappast um at greina støðuna, sum í ríkisrættarliga kjakinum um støðu Føroya og í teimum samveldiskendu skipanunum við millumtjóða mannarættindum. Hjá løgfrøðinginum ræður um at viðurkenna og fata hesi ymsu rák at styrkja seg bæði tøkniliga og fatanarliga í løgfrøðiliga yrkinum.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 36 eru skipaðir í skema og aðrir eru møguligar vitjanir og serlig øvilsi. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í timanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá týðandi rákum í løgfrøðiligari heimspeki og venju. -Greina dømi um avrik og vansar hjá ymsu heimspekiligu rákunum. -Greiða frá týdninginum av samfelagsmenning, altjóða ávirkan og millumtjóða stovnum fyri løgfrøðiliga fatan. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, sum eyðkenna ymsu tíðarskeiðini, rákini og byltingarnar. -Greiða frá serligum avbjóðingum sum rættindum borgaranna ella samveldisskipanum við ymiskligum mentunarligum fatanum av lóg. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsum trætustovnunum, hvørs venju sýnist vera ávirkað av ávísari ella broytandi løgfrøðiligari fatan. -Greiða frá týdninginum av ymiskligum løgfrøðiligum fatanum fyri borgara, fyrisitara, stjórn, ting, dómstólar og aðrar stovnar, eisini kommunalar, samveldis og millumtjóða. -Greina truplar løgfrøðiligar og heimspekiligar avbjóðingar við samanberandi at vísa á, hvussu ymiskar fatanir skilja ymsar ítøkiligar avbjóðingar. -Greina, hvussu løgfrøðilig fatan er um at mennast og at taka seg, hvørji evni eru á veg fram, og hvussu tann lógkøni við hollari heimspekiligari fatan kann seta dám á orðaskiftið. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum fatanum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu fatanunum, rákunum og venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum) Skrivlig próvtøka á 4 tímar.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen: Tilfarssavn – tøkt á FirstClass
Ábyrgd
Bárður Larsen