2435.15 - Altjóða lóg


Skeiðsnummar
2435.15
Heiti
Altjóða lóg
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At geva teimum lesandi alment innlit í altjóða lóg og ástøði um altjóða lóg. Vit fara at lýsa týðandi innihaldsligar partar av altjóða lóg, so sum reglurnar um valdsnýtslu, kríggj, ábyrgd hjá ríkjum, mannarættindi, løgdømi og órin og tulking av sáttmálum. Vit fara eisini at leggja dent á serligu altjóðarættarligu avbjóðingarnar fyri smá løgdømi í samveldisstøðu, herundir altjóða persónleika hjá sjálvstýrandi politiskum eindum, sum ikki eru statir í altjóða merking.
Innihald
Skeiðið byrjar við at ganga ígjøgnum hugtøk og háttalag serliga viðkomandi fyri altjóða lóg. Viðgjørt verður, hvørja støðu altjóða lóg hevur sum lóg, tá ongin altjóða lóggevi er, og hvussu ríkini kunnu hava fullveldi og vera bundin at altjóða lóg um somu tíð. Síðan verður farið til meira innihaldsliga altjóða lóg. Fyri hvørt av evnunum verða tikin fram dømi um altjóða lóg í verki, har tey lesandi verða gjørd tilvitað um munin á altjóða lóg í bókunum, og hvussu hetta rættarøkið tekur seg út veruliga lívinum. Serligur dentur verður lagdur á at lýsa innihaldsliga partin við at viðgera dømi og sakir, sum Føroyar ella grannalond hava verið við í.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 30 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir ella serlig øvilsi. Undirvísingin verður annars skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Eisini verða studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá altjóða lóg, lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av ástøðiligu og innihaldsligu evnunum í altjóða lóg -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum og menning gjøgnum siðvenjulóg. -Greiða frá venju hjá royndarstovnum. -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum innan altjóða lóg. - Leggja fram og føra fram við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalastiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Ole Spiermann, Moderne folkeret, 3. udg., Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2006. Bárður Larsen: tilfarssavn í altjóða lóg – tøkt á FirstClass undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen