2439.16 - Modernaðar stjórnarskipanir og grundlógarsmíð


Skeiðsnummar
2439.16
Heiti
Modernaðar stjórnarskipanir og grundlógarsmíð
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðnum er geva teimum lesandi eina breiða innleiðslu til stjórnarrættarlig ástøði, modernaðar stjórnarskipanir, konstitutionalismu, grundlógarsmíð og ástøði um grundlógartulking v.m. Skeiðið vil eisini leggja dent á ástøði og venju um stjórnarskipanir og konstitutionalismu í sambandi við samfeløg, sum eru lutir í størri politiskum samveldi, íroknað føroyska stjórnarskipanararbeiðið.
Innihald
Skeiðið byrjar við kritiskari viðgerð av grundleggjandi spurningum, sum: Hvat er ein stjórnarskipan, hvat er ein skrivað stjórnarskipan, og hvat er konstitutionalisma, og hvønn leiklut hava stjórnarskipanir. Í sambandi við leiklutin, sum stjórnarskipanir hava, og hvat stjórnarskipanir eru, viðger skeiðið eisini ymisk hugskot og fatanir av stjórnarskipanum, so sum stjórnarskipanir sum frælsisskjøl (charters), hugsanina um politiska konstitutionalismu, siðbundna “hægri lóg-fatanin” av stjórnarskipanum og ástøðið um stjórnarskipanir sum bindingar frammanundan (precommittment devices). Skeiðið viðger eisini mekanismurnar aftan fyri stjórnarskipanartilgongdir og møgulig prinsippir um sniðgeving (constitutional design). Í hesum sambandi verða ávísar strategiir fyri grundlógarsmíð lýstar, so sum ikki-fult teoretiseraða tilgongdin, og strategiin at lækka kostnaðin fyri avgerðir og mistøk (decision and error costs) við at leggja ávísar spurningar í hendurnar á seinni aktørum. Skeiðið fevnir eisini um sambandið millum formligu stjórnarskipanina og veruligu stórnarskipanina og um munin millum grundlógarmeining (tulking) og læru (útfylling ella konstruktión). Knýtt til fyrra verður ein viðgerð av, hvussu lættar stjórnarskipanir eru at tulka (interpretability of constitutions). Í sambandi við seinna fer skeiðið at viðgera ymiskar smásamfelags- ella heimastýristilgongdir til tulking, umboðandi ymisk stig av sjálvstøðu sammett við rættarskipanina hjá samveldinum/størra samfelagnum. Mátini, um nøkur, fyri fólkaræðisligum stjórnarskipanum og fólkaræðisligum grundlógarsmíð gerast eisini partur av viðgerðini. Móti endanum vísir skeiðið føroyska stjórnarskipanararbeiðinum frá umleið 2000 og fram serligan ans.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 10 eru í sambandi við 4 multiple choice uppgávur, og 30 eru skipaðir í skema sum vanlig undirvísing við framløgum frá lærarum og møguliga næminga venjingum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu millum annað: - Vísa eina greiða fatan av ástøði og venju (praksis) viðvíkjandi konstitutionalismu, grundlógarsmíð og grundlógarsniðgeving. -Kunna greiða frá ymiskum fatanum um hugmyndina um eina stjórnarskipan. - Skilja umstrídda sambandið millum eina sub-statsliga stjórnarskipan og eina substatsliga stjórnarskipanarliga mentan. - Duga at varpa ljós á stigskipanarligu (hierarchical) spenningarnar, ið eru innbygdir í sambandið millum eina sub-statsliga stjórnarskipan og stjórnarskipanina hjá samveldinum/meginsamfelagnum. - Duga at greiða frá ymiskum tulkingartilgongdum, ið eru viðkomandi fyri sambandið millum sub-statsligu stjórnarskipanina og samveldið. - Fata munin millum sannleika og myndugleika (autoritet) í tulking. - Skilja munin á tulking og útfylling (konstruktión). - Duga at meta um fortreytir, ið kunnu økja sannlíkindini fyri, at ein stjórnarskipanartilgongd eydnast. - Duga at greiða frá ymiskum mynstrum millum substatsligar stjórnarskipanir og at varpa ljós á møguligar normativar niðurstøður, ið hesi kunnu geva høvi til. - Kunna seta verandi føroyska stjórnarskipanararbeiði í ástøðiligt høpi og kunna seta fram allýsing av framtíðarútlitum.
Próvtøkuháttur
Blandað munnlig og skrivlig próvtøka. Fýra multiple choice royndir telja 40%. Munnlig próvtøka telur 60%. Sum fyrireiking til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi framman undan ein lista við spurningum og kann tá fyrireika og fáa greiðu á tilfarinum (pensum, fyrilestrum og kjaki), so at næmingurin gerst búgvin at svara spurningum og fara longur inn í kjak við eksaminatorar og próvdómara. Royndin verður tematisk og hevur samband við ymiskar ástøðiligar fatanir um stjórnarskipanir og konstitutionalismu. Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen & Mikael M. Karlsson: Tilfarssavn – tøkt á FirstClass undan undirvísing. Uml. 670 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen