2441.16 - Hjúnaskilnaðarrættur
Skeiðsnummar
2441.16
Heiti
Hjúnaskilnaðarrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í lógir, lógarreglur og venjur, sum eru galdandi í sambandi við, at hjúnafelagar skiljast ella verða sundurlisnir.
Innihald
Eftir stuttan inngang til familjurættin, verður høvuðsdenturin lagdur á løgfrøðiligu spurningarnar, sum íkoma í sambandi við sundurlesing og/ella skilnað millum hjúnafelagar.
Gjøgnumgingin verða hesi evni:
- Málsviðgerðarreglur
- Løgfrøðiliga viðkomandi grundir til sundurlesing og
hjúnaskilnað
- Fíggarligu viðurskiftini í sambandi við sundurlesing og
hjúnaskilnað, eitt nú undirhaldspening, § 45-góðgerð,
einkjupensjón v.m.
- Uppgerð og býti av felags ogn, íroknað reglur um skeivbýti
og krøv um endurgjald.
- Hvørji aktiv og passiv, ið gerast partur av búnum, íroknað
virðismeting.
- Kvalitativt og kvantitativt býti av felagsbúgvi
- Persónlig rættindi
- Pensjónsrættindi í sambandi við sundurlesing og
hjúnaskilnað
- Hjúnasáttmálar (ektapaktir), herundir um serogn
- Sáttmálar um búskifti
- Aðrar avtalur millum hjúnafelagar
- Altjóða húnaskilnaðir
- Skattligar avleiðingar
Læru- og undirvísingarhættir
34 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og – framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna:
- Sýna ítøkiliga og breiða vitan um evnið og kunna greina ta lóggávu, venju og ástøði, ið knýtir seg at rættarøkinum sundurlesing og hjúnaskilnaði.
- Greiða frá berandi atlitum og grundgeving fyri einstøku reglunum.
- Allýsa løgfrøðiligar spurningar innan sundurlesing og hjúnaskilnað og grundgeva fyri ymiskum og tó eins væl fakliga kjølfestum loysnum.
- Greiða frá grundreglum á rættarøkinum um hjúnaskilnað, eitt nú um markamót til aðra lóggávu.
- Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara)
Skrivlig próvtøka. Til próvtøkuna fær hin lesandi 4 tímar. Loyvt er at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Próvtøkuspurningurin er um ávíst evni í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn við brotum úr fakbókum, greinum og úrskurðum v.m., tøkt á First Class-skipanini undan undirvísing. Kravdur lesnaður umleið 500 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen