2419.15 - Brúkaralóg


Skeiðsnummar
2419.15
Heiti
Brúkaralóg
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava akademiska útbúgving á minst grundstigi (bachelor) við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum, t.d. Grundskeiði í lóg ella líknandi.
Endamál
At veita innlit í føroyska brúkaralóg í víðari merking, hetta fevnir um innlit í marknaðarføringarlógina og aðrar lógir ið viðvíkja veitarum og brúkarum, so sum keypilóg og ásetingar um trygd, ábyrgd og rættargang. Hetta innlit skal fevna um í senn tættir í privatlóg (millum brúkara og veitara), almennari lóg (heimildir og skyldur hjá eftirlitismyndugleikum), prosess (mannagongdir í eftirliti, kæru og rættarsókn), umframt fatan av bæði rættarstøðuni í grannalondum og væntandi framtíðar gongd og menning á økinum.
Innihald
Brúkaralóg er nýggj bæði sum lóggáva og frøðigrein í Føroyum. Fakið tekur tí støði í bæði nýligari lóggávu og spjaddum eldri ásetingum, ið geva ávísa brúkaravernd, men harumframt verður hugt bæði at venju hjá brúkaraumboði og øðrum stovnum og venju úr øðrum londum. Dentur verður lagdur á at taka upp spurningar sum - hvør er brúkari? - hvar eru brúkaralóg og marknaðarføringslóg í breiðari merking at finna? - hvussu verða hesar lógir tulkaðar og brúktar? - hvørji markamót móti øðrum rættarøkjum (sum t.d. leigulóg) eru viðkomandi fyri brúkaralóg? - hvørji krøv eru væntandi í samvinnu við aðrar tjóðir (t.d. ES)? - Hvør er gongdin í grannalondum, sum væntast at kunna ávirka lóggávu og venju hjá okkum? - Hvussu dynamisk og mennandi er føroysk lóg á økinum, hvørjar doktrinir og venjur eru um at taka seg upp mennast? Undirvíst verður út frá útlendskum tilfari eins væl og føroyskum.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 30 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir ella serlig øvilsi. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum . Eisini verða studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Greiða frá, hvussu klagaskipanin innan brúkaraøkið er skipað og virkar - Greiða frá rættarstøðuni hjá brúkarum í vanligari lóggávu. - Greiða frá samspælinum millum almannarættarligu og privatrættarligu reglurnar til verju av brúkarum - Út frá fjøltáttaðum tilfari eyðmerkja viðkomandi trupulleikar og løgfrøðilig argument innan brúkaralóg -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. - Seta ítøkiligar trupulleikar í brúkaraløgligt høpi, sum prógvar innlit og yvirlit - Sambinda ymiskar fakligar tilgongdir og síðan velja loysn, ið byggir á dyggar fakligar grundgevingar - Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu Føroya í hesum høpi, og hvørja ávirkan donsk og altjóða lóg hava á føroyska brúkaralóg. - Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara) Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Til próvtøku fær næmingurin hálvan tíma at fyrireika seg í, og hevur hann loyvi at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Próvtøkuspurningurin er um ávíst evni í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: Sonny Kristoffersen. Forbrugerretten 1. Markedsføringsretten i en civil- og offentligretlig kontekst. 6. udg., 2017. Tilfarssavn tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Andrass Holm Arge