2436.15 - Barnarættur
Skeiðsnummar
2436.15
Heiti
Barnarættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í tær lógir og meginreglur, sum áseta rættarstøðuna hjá børnum, bæði í mun til sambandið millum børn og foreldur, herundir um foreldramyndugleika, samveru v.m., og sambandið millum foreldur og barnaverndarmyndugleikar, herundir fyriskipanir í sambandi við vanda fyri heilsu og menning barnsins v.m.
Dentur verður lagdur á at veita innlit í mest týðandi reglur og tinglógir á økinum, m.a. barnaverndarlógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru og barnarættindasáttmálan undir ST og fremjing av hesum sáttmála í innlendis rætti. Eisini verður leikluturin hjá ymsu fyrisitandi og rættarskapandi stovnunum lýstur, so sum Løgtinginum, vanligu rættarskipanini, barnaverndartænastum og Høvuðsbarnaverndarnevndini, Ríkisumboðnum, kærunevnd og Løgtingsins Umboðsmanni í leiklutinum sum barnaumboðsstovni.
Innihald
Barnaverndarættur
Skeiðið byrjar við barnaverndarrættinum. Høvuðstættir, sum verða gjøgnumgingnir í barnaverndarrættinum, eru m.a.:
- Grundreglur í barnaverndarrættinum, herundir um § 1 í barnaverndarlógini og endamálið við lógini.
- Reglurnar um fyriskipanir eftir kap. 4 í barnaverndarlógini, herundir um
- Fyribyrgjandi fyriskipanir, so sum sálarfrøðiliga hjálp,
stuðul í heiminum ella skipan við umlættingarforeldrum
- Rættin at taka yvir umsorgan av børnum
- Val av fosturforeldrum
- Samverurætt aftan á umsorganaryvirtøku
- Uppfylging av fyriskipanum, herundir tá fyriskipan
endar, og børn møguliga verða heimgivin.
- Rættin til samveru aftan á umsorganaryvirtøku
- Kanningar eftir § 45 í barnaverndarlógini
- Serligar fyriskipanir fyri børn við atferðartrupulleikum
- Myndugleikabygnaðurin á barnaverndarøkinum
- Málsviðgerðarreglur av serligum týdningini fyri barnaverndarøkið, eitt nú reglur um tagnarskyldu.
Sambandið millum børn og foreldur
Skeiðið heldur á við sambandinum millum børn og foreldur, herundir m.a. reglurnar um:
- Áseting av foreldramyndugleika, eitt nú í sambandi við skilnað, avtalaðan felags foreldramyndugleika v.m.
- Útinnan av foreldramyndugleika og um hansara innihald, eitt nú í sambandi við reglurnar um barnsins med- og sjálvsavgerðarrætt.
- Samveru, tá barn og foreldur ikki búgva saman
- Avgerð um barnsins bústað
- Reglur um ábyrgd av barnsins uppihaldi
Barnarættindasáttmálin
Eisini verða partar av Barnarættindasáttmálan undir ST gjøgnumgingnir, eitt nú:
- Grein 3 um barnsins besta
- Grein 12 um rætt hjá børnum at verða hoyrd
- Greinar 7 og 8 um rætt til samleika
- Grein 9 og 16 um verju móti óheimilaðum inntrivum í familjulívið
- Grein 19 um vernd móti harðskapi, misnýtslu og vanrøkt
- Greinar 20 og 25 um rættindi í sambandi við umsorganaryvirtøku.
Eisini verður viðgjørt, hvussu føroyskur rættur uppfyllir krøvini eftir Barnarættindasáttmálanum undir ST.
Læru- og undirvísingarhættir
36 tímar. Undirvísingin verður annars skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Eisini verða studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna:
- Greiða frá grundleggjandi og serligu rættindum barnanna
- Duga at kenna og eyðmerkja barnarættarligar trupulleikar í ítøkiligum málum
- Kunna finna og greiða frá lógkeldum og heimildum á hesum rættarøki við atliti til at lýsa galdandi rætt.
-Greiða frá avbjóðingum og atlitum í tulking, sum hava serligan týdning fyri barnarætt.
-Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar.
- Duga lýsa reglurnar á økinum í mun til grundleggjandi mannarættindi og grundleggjandi barnarættarligar meginreglur
- Duga at orða lógaruppskot, avtalur og onnur rættslig amboð á økinum
-Miðla og orða vitan innan barnarætt og leggja fram bæði skrivliga og munnliga merkt av greiðari fakligari fatan.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum)
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávíst evni í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
ravdur lesnaður er gott 600 síður av hesum tilfari:
Lógir og reglur:
Serliga Barnaverndarlógin við viðmerkingum og Lov om forældremyndighed og samvær.
Bókmentir. Brot úr:
Nell Rasmussen & Jane Røhl, Børn i familie- og socialretten, Nyt Juridisk Forlag, 2014.
Bendiksen, Lena R.L. og Trude Haugli, Sentrale emner i barneretten, Universitetsforlaget 2014.
Ofstad, Kari og Skar, Randi, Barnevernloven, kommentarutgave, 5. útg. Oslo 2009.
Høstmælingen, Njål, Elin Saga Kjørholt og Kirsten Sandberg, Barnekonvensjonen - Barns rettigheter i Norge, 2. útg. Universitetsforlaget, Oslo 2012.
Kirsten Ketscher, Sosialret. Principper. Rettigheder. Værdier. 4. útg., KarnovGroup, 2014.
Required reading is just over 600 pages from this material:
Laws and regulations:
Especially the Child Protection Act with prepatory work and the Act on Parental Authority and Access to the Child (Lov om forældremyndighed og samvær).
From scholarly materials. Extract from:
Nell Rasmussen & Jane Røhl, Børn i familie- og socialretten, Nyt Juridisk Forlag, 2014.
Bendiksen, Lena R.L. og Trude Haugli, Sentrale emner i barneretten, Universitetsforlaget 2014.
Ofstad, Kari og Skar, Randi, Barnevernloven, kommentarutgave, 5th ed., Oslo 2009.
Høstmælingen, Njål, Elin Saga Kjørholt og Kirsten Sandberg, Barnekonvensjonen - Barns rettigheter i Norge, 2nd ed., Universitetsforlaget, Oslo 2012.
Kirsten Ketscher, Sosialret. Principper. Rettigheder. Værdier. 4th ed., KarnovGroup, 2014.
Ábyrgd
Bárður Larsen