2438.15 - Starvslestur – sjálvlestrarskeið í lóg


Skeiðsnummar
2438.15
Heiti
Starvslestur – sjálvlestrarskeið í lóg
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At næmingurin fær royndir úr veruligum løgfrøðiligum arbeiðsumhvørvi, við tí endamáli at royna lærdómin í verki. Sum part av lesnaðinum skal hin lesandi fáa innlit í heimildarlóg og viðtøkur hjá stovninum, umframt at hin lesandi skal arbeiða við ítøkiligum løgfrøðiligum uppgávum, helst uppgávur av slíkum slagi, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri fak, ið undirvíst verður í í útbúgvingini annars.
Innihald
Skeiðið krevur, at hin lesandi sjálv/ur finnur ein starvslestrarstað. Í útgangsstøði skal starvslestrarstaðið vera í Føroyum, ella vera beinleiðis knýtt at Føroyum, men í serligum føri ber til at fara í starvslestur á fremmandum staði, ið beinleiðis kann knýtast at fakum, ein hevur á master í lóg á Fróðskaparsetrinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur við leiðbeining eftir tørvi. Tann lesandi skal gera eitt so mikið nøktandi arbeiði, at stjóri ella útbúgvin løgfrøðingur, ið starvast saman við tí lesandi, gevur sítt viðmæli eftir loknan starvslestur. Hin lesandi skal somuleiðis skriva eina minimum 5 síðir frágreiðing um, hvat tann lesandi hevur gjørt, ið Fróðskaparsetrið góðkennir.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: - Fremja nøktandi løgfrøðiligt arbeiði í verki. - Sýna fatan av venjulóg og menning av lóg í verki. - Miðla og orða vitan og framløgu vandaliga merkt av greiðari málsligari og fakligari fatan.
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvdøming.Góðkent/ikki góðkent
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Bárður Larsen