2441.16 - Hjúnaskilnaðarrættur


Skeiðsnummar
2441.16
Heiti
Hjúnaskilnaðarrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í lógir, lógarreglur og venjur, sum eru galdandi í sambandi við, at hjúnafelagar skiljast ella verða sundurlisnir.
Innihald
Eftir stuttan inngang til familjurættin, verður høvuðsdenturin lagdur á løgfrøðiligu spurningarnar, sum íkoma í sambandi við sundurlesing og/ella skilnað millum hjúnafelagar. Gjøgnumgingin verða hesi evni: - Málsviðgerðarreglur - Løgfrøðiliga viðkomandi grundir til sundurlesing og hjúnaskilnað - Fíggarligu viðurskiftini í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað, eitt nú undirhaldspening, § 45-góðgerð, einkjupensjón v.m. - Uppgerð og býti av felags ogn, íroknað reglur um skeivbýti og krøv um endurgjald. - Hvørji aktiv og passiv, ið gerast partur av búnum, íroknað virðismeting. - Kvalitativt og kvantitativt býti av felagsbúgvi - Persónlig rættindi - Pensjónsrættindi í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað - Hjúnasáttmálar (ektapaktir), herundir um serogn - Sáttmálar um búskifti - Aðrar avtalur millum hjúnafelagar - Altjóða húnaskilnaðir - Skattligar avleiðingar
Læru- og undirvísingarhættir
34 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og – framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Sýna ítøkiliga og breiða vitan um evnið og kunna greina ta lóggávu, venju og ástøði, ið knýtir seg at rættarøkinum sundurlesing og hjúnaskilnaði. - Greiða frá berandi atlitum og grundgeving fyri einstøku reglunum. - Allýsa løgfrøðiligar spurningar innan sundurlesing og hjúnaskilnað og grundgeva fyri ymiskum og tó eins væl fakliga kjølfestum loysnum. - Greiða frá grundreglum á rættarøkinum um hjúnaskilnað, eitt nú um markamót til aðra lóggávu. - Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara) Skrivlig próvtøka. Til próvtøkuna fær hin lesandi 4 tímar. Loyvt er at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Próvtøkuspurningurin er um ávíst evni í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn við brotum úr fakbókum, greinum og úrskurðum v.m., tøkt á First Class-skipanini undan undirvísing. Kravdur lesnaður umleið 500 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen