2442.16 - Heimastyri og stýrisskipan


Skeiðsnummar
2442.16
Heiti
Heimastyri og stýrisskipan
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi gjølliga løgfrøðiliga fatan av, innlit í og førleika at tulka og umsita føroysku stýrisskipanina í breiðari merking, serliga heimastýrisskipanina og stýrisskipanarlógina.
Innihald
Skeiðið er deilt í tveir høvuðspartar: Partin um heimastýrisskipanina og partin um stýrisskipanarlógina. Parturin um heimastýrisskipanina byrjar við eini lýsing av ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum ljósi. Síðan verður ríkisrættarstøða Føroya sett í høpi við samanbering við onnur lond í danska ríkinum, serliga við Ísland. Eftir hetta verða forsøga og forarbeiði til heimastýrislógina viðgjørd. Síðan fylgir ein innihaldslig lýsing av einstøku ásetingunum í heimastýrislógini. Harnæst verða gjøgnumgingnar og viðgjørdar ymiskar áskoðanir á, hvørja prinsipiella støðu Føroyar hava í danska ríkinum. Týðandi er eisini lýsingin av, hvussu heimastýrisskipanin broyttist grundleggjandi við sokallaðu yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini í 2005. Háttalagsligir spurningar, sum rættskeldur og hvussu stýrisskipanarlógir verða, og eiga at verða, tulkaðar, koma eisini til viðgerðar í fyrra parti. Parturin um stýrisskipanarlógina snýr seg fyrst um eldru og yngru stýrisskipan og munirnar teirra millum og harnæst um politisku bakgrundina fyri seinnu stýrisskipanini og berandi virðini aftanfyri. Reglur verða gjøgnumgingnar um m.a., hvussu valdið er býtt millum landsstýri og løgting, herundir - Um lóggávumannagongd og lóggávuheimildir løgmans og løgtingsins - Reglur og mannagongdir fyri løgmansval - Um parlamentarismu - Ráðharrastýri og rættarliga ábyrgd hjá løgmanni og landsstýrismonnum og reglurnar um landsstýrsmálanevnd og royndarstovnar. Av øðrum týðandi reglum, ið verða gjøgnumgingnar, kunnu nevnast reglurnar um fíggjarlóg og skatt og uttanlandsvald og kommunur.
Læru- og undirvísingarhættir
36 tímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Møguliga verða studentaframløgur eisini.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu millum annað: - Kunna greiða frá ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum og (innan ríkiskarmar) samanberandi ljósi. - Duga at greiða frá ymiskum fatanum av læruni um ríkiseindina og sokallaðu delegatiónsteoriina og duga at greiða frá, hvat grundarlag hesar hava í grundlóg o.ø. statsrættarligum keldum. - Duga gjølliga at greiða innihaldsliga frá heimastýrislóg og yvirtøkulóg og uttanríkispolitiskari heimildarlóg. - Vera før fyri at greiða frá, hvat hendi við nýskipanini í 2005, og hví henda hevði prinsipiellan týdning. - Vera før fyri at lýsa sereyðkennini fyri grundlógartulking og serliga samspælið millum statsrætt og politikk á hesum øki. - Duga at greina serstøku spenningarnar, ið eru grundleggjandi fyri sokallaða ríkisfelagsskapin, og sum bjóða siðbundnari og stigkendari (hierarkiskari) fatan av statsbygnaðinum av. - Kunna greiða frá innihaldsliga muninum á eldru og seinnu stýrisskipan. - Kunna greina politisku og samfelagsligu fortreytirnar fyri seinnu stýrisskipan. - Duga kritiskt at viðgera, hvønn týdning valdsbýtislæran, og fatanin um valdsskákan, hevði fyri seinnu stýrisskipanina. - Skilja høvuðstættir í seinnu stýrisskipan innihaldsliga og vera før fyri at virka sum løgfrøðiligir ráðgevar í spurningum um stýrisskipan og heimastýrislóg við broytingum frá 2005. - Duga at allýsa, hvussu yvirgongdin millum seinnu stýrisskipan og stjórnarskipanina (stjórnarskipanaruppskotið) kann fatast sum ein sub-statslig grundlóg í føðingini, og hvussu henda gongd bjóðar siðbundnum donskum statsrætti av.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara). Próvtøkan er munnlig. Til próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen: Tilfarssavn – tøkt á FirstClass. Uml. 700 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen