2443.16 - Nýggjur vesturnorrønur stjórnarrættur


Skeiðsnummar
2443.16
Heiti
Nýggjur vesturnorrønur stjórnarrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði ella stjórnmálafrøði
Endamál
Hetta er tvørfakligt skeið, ið kannar stóru broytingarnar, ið nýggjar hugsanir um stjórnarskipanir hava havt við sær. Skeiðið hevur serligt atlit at londunum í útnorðri og leggur dent á stjórnarskipanarenduskoðan, ment rættindi og kvasi-samveldisskipanir.
Innihald
At lógir og politikkur verða gjørd til rættarlig mál er eitt altjóða fyribrigdi, og skeiðið granskar hetta fyribrigdið við tí fyri eyga at veita innlit í sníkjandi stjórnarskipanarkollveltingina, ið evropadómstólarnir standa á odda fyri, sum vrakar virðingina fyri lóggávuvaldinum, ið hevur verið. Tey trý ríkini Noreg, Danmark og Ísland og tey bæði sjálvstýrandi londini Grønland og Føroyar hava ein felags lógararv, ið byggir á felags søgu, politiskar skipanir og akademikarar. Men síðstu øldina eru týðandi, tó sníkjandi, broytingar farnar fram, ið hava havt við sær, at londini í útnorðri í alsamt størri mun eru vorðin limir í samveldisskipanum og øðrum samstørvum við heilt øðrvísi fatanum av rættindum og valdsbýti. Tað merkir, at vit mugu menna nýggjar hættir at granska og kjakast um stjórnarskipanir og mannarættindi. Skeiðið leggur serligan dent á londini í útnorðri, og hvussu tey verða ávirkað av nýggjum rættindum og valdsavmarkingum, so sum krøvum um lutfall og reint umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
34 tímar, skipaðir sum fyrilestrar og møguligar venjingar, umframt at tey lesandi møguliga hava framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi: • Fáa innlit í stýrisskipanarfrøði og stýrisskipanir frá fleirifakligum sjónarmiðum; • Fáa innlit í broytingar, ið viðvíkja heimastýri, ES, evropadómstólinum fyri mannarættindi og øðrum kvasi-samveldisskipanum. • Fáa eina serstaka fatan av væntaðu árinunum av stjórnarskipanarendurskoðan og nýggjari stýrisskipanarfrøði. • Læra at greina umfevnandi broytingar í lóg og stjórn • Læra at samanbera dómar frá ymiskum dómstólum og leggja til merkis mentanarligu munirnar, fortreytirnar og hugburðirnar, ið galda. • Læra at vísa á munirnar millum ymiskar fatanir av stjórnarskipanum og samveldum; skilja samspælið millum lóg, stjórn og politikk; • Verða før fyri at lýsa og greina stjórnarskipanarlig rættindi við serligum denti á, hvussu tey mennast í stigum (ættarliðum) og týdningi; • Verða før fyri at samskifta hesa vitan og vísa hesar førleikar sannførandi, skynsamt og við dyggum yrkisligum støði.
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvdómarar. Munnlig próvtøka, ið kann verða svarað á enskum, donskum, norskum, svenskum ella føroyskum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kári á Rógvi: West-Nordic Constitutional Judicial Review. Stakdømi og tilfar, sum er tókt á Firstclass framman undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen