2453.18 - Endurgjaldsrættur


Skeiðsnummar
2453.18
Heiti
Endurgjaldsrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelorprógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í endurgjaldsrætt sum rættarøki. Dentur verður lagdur á grundleggjandi reglur og hugtøk í endurgjaldsrætti uttan fyri avtalu.
Innihald
Skeiðið gjøgnumgongur reglurnar fyri nær, ið ein kann ábyrgjast fyri tap orsakað av skaða. Viðgerðin fevnir um grundleggjandi øki innan endurgjaldsrættin sum skuldregluna (culparegluna), rættarstøðuna hjá børnum, endurgjaldsábyrgd hjá arbeiðsgevarum, objektiva ella strangari ábyrgd á úrvaldum økjum og reglurnar um adækvans og atvoldarsamband(kausalitet).
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í tímanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Greiða frá høvuðsreglunum innan endurgjaldsrætt. Herundir serliga kunna: - Greiða frá skuldregluni (culparegluni). - Greiða frá reglunum um objektiva ábyrgd og vísa á dømi, har slík er galdandi. - Greiða frá reglunum um atvoldarsamband(kausalitet) og adækvans. - Vísa fatan av og tilvitan um týdningin av, at rættarøkið endurgjaldsrættur er ment í dómstólavenju meira enn skapað við lóg. - Greina loysnir í ítøkiligum málum á ein samanhangandi og skipaðan hátt , ið gevur fatan av at hava yvirlit yvir týðandi spurningar innan endurgjaldsrætt. - Miðla og orða vitan innan endurgjaldsrætt merkt av greiðari fakligari fatan. - Lýsa hvørjar objektivar treytir eru fyri at fáa endurgjald. - Lýsa týdningarmestu reglurnar um endurgjald á serstøkum økjum. - Greina endamálið við endurgjaldsrættinum. - Greina útvaldar dómar innan endurgjaldsrætt. - Meta um leiklutin hjá endurgjaldrættinum í samfelagnum.
Próvtøkuháttur
Skrivligt avrik telur 1/4 av próvtalinum, og 4 tímars skrivlig roynd telur 3/4.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bo von Eyben & Helle Isager: Lærebog i erstatningsret. 8. Udgave. Eisini skulu tey lesandi lesa útvaldar dómar. (uml. 700 s. er pensum).
Ábyrgd
Kristian Joensen