2454.19 - Føroysk fyrisitingarlóg


Skeiðsnummar
2454.19
Heiti
Føroysk fyrisitingarlóg
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tær mongu lógkeldurnar á økinum ið merkt er av ymsum rættarskapandi stovnum, Løgtingi og fyrisiting, samveldisstovnum, vanligu rættarskipanini, serligum trætustovnum og kærunevndum og ikki minst Løgtingsins Umboðsmanni, sum tilsamans orða tinglógir, kunngerðir, kæruavgerðir, úrskurðir, dómar og álit. Harumframt eru á hesum øki sera nógvar bókmentir ið hava stóra ávirkan. Hesar ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera fjøltáttaða og broytiliga støðu. Síðan Løgtingsins Umboðsmaður var settur á stovn er hann vorðin alsamt meiri týðandi sum tann stovnur ið samskipar og mennir hesa avbjóðandi skipan. Men framvegis hevur stóran týdning at hava innlit í tær stóru tinglógirnar á økinum, umframt ávirkan frá danskari lóg og altjóða stovnum, og ymsari serligari lóggávu ið mangan er viðkomandi, umframt tengdar siðvenjur, serliga góðan fyrisitingarsið ið støðuga mennist. Skeiðið veitir kunnleika og háttalag at meta um hesa fjølbroyttu rættarstøðu.
Innihald
Skeiðið byrjar við at ganga ígjøgnum hugtøk og háttalag viðkomandi fyri fyrisitingarlóg, eisini mótini við onnur lógøki. Síðani verða viðgjørd evnini søga, skipan og størv, at veita innlit, at fyrisita formliga, at fyrisita sakliga, kommunal fyrisiting og at royna fyrisitingarlóg. Fyri hvørt av evnunum verða tikin fram mong dømi um fyrisitingarlóg í verki og praktiskar avbjóðingar, har tey lesandi verða kunnaði um, hvussu fyrisitingarligar meginreglur mýkja ætlanir og heimildir hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Í praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisitarar leggja virki sítt til rættis. Mótvegis borgarum skal fyrisitast rætt formliga og innihaldsliga, mótvegis leiðsluni skal bæði vísast trúfesti og ráðgeving um møguleikar og avleiðingar. Fyrisiting krevur oftast at neyðugt er bæði at hava serkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva í almennari fyrisiting í føroyskum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Uml 40 tímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Møguliga verða studentaframløgur eisini.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá fyrisitingarlóg, lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum søgu, skipan, størv, innliti, formligari fyrisiting, sakligari fyrisiting, kommunalari fyrisiting og fyrisitingarligari roynd í føroyskum høpi. -Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu Føroya í hesum høpi, hvørja ávirkan donsk og altjóða lóg og hvørjar heimildir danskir og altjóða stovnar hava í føroyskari fyrisitingarlóg. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum rættindum borgaranna í almennari fyrisiting. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av fyrisitingarlóg fyri einstaka stovnin og borgaran, eisini kommunum og óheftum stovnum. -Greina truplar fyrisitingarlógligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum. -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum í fyrisitingarlóg. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum áhugamálunum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum. Fortreyt fyri at fara til roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Skeiðstilfar er tøkt til endaliga roynd, og atgongd er til net.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravdur lesnaður er uml. 500 s. av hesum tilfari: Kári á Rógvi & Bárður Larsen, Fyrisitingarlóg (lærubók), 2. útg. 2012. Úrskurðir, greinar og annað tilfar til fyrisitingarlóg, tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Kristian Joensen