2487.21 - Samanberandi rættur


Skeiðsnummar
2487.21
Heiti
Samanberandi rættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at menna evnini hjá lesandi at síggja egna rættarskipan og egna rættarliga mentan í frástøðu, sum ein veruleika, ið er treytaður heldur enn neyðugur. Hetta verður gjørt við at eggja teimum lesandi at hugsa sum samanberandi løgfrøðingar (komparativistar), at fáa tey at verða tilvitað um ymisku leiklutirnar, ið samanberandi løgfrøðingurin kann hava, og við at menna eina tilvitsku um styrkir og veikleikar við rættar-samanberandi tilgongdini.
Innihald
Skeiðið er deilt í tríggjar partar: Fyrsti parturin hevur eina háttalagsliga og søguliga tilgongd og roynir at nágreina ymiskar tilgongdir, leiklutir og hugsunarhættir hjá samanberandi løgfrøðingum. Hetta verður gjørt grundað á skriftir eftir leiðandi ástøðingar, men eisini við at samanbera stjórnarskipanir úr veruliga lívinum. Næsti partur gevur lesandi eina innleiðslu í ástøði um breiðsla av politikkum og stovnum millum lond (policy diffusion) og um møguleikan fyri at flyta lógir og rættarligar skipanir millum lond. Eisini verður hugt eftir ástøði um stovnsliga (institutionella) líkheit í sambandi við smáar statslíknandi politiskar eindir í sambandi teirra við størri lond. Triði partur er skipaður kring samanberandi tilgongdir til lógartulking í ymiskum løgdømum. Ymiskleiki og líkheit í mun til greinan og hugsunarhátt (ella diskurs og rættvísgerð av úrslitum) verða lýst gjøgnum eyguni á lógartulkingum í londum umboðandi ymiskar rættarmentanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40-50 tímar floksundirvísing. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur frá lesandi, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum. Tær tríggjar heimauppgávurnar, sbr. niðanfyri, samantvinna undirvísing og próvmeting.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá, hvussu samanberandi rættur kann vera eitt amboð til at skilja ymiskar rættarskipanir í heimi. - Skilja ástøði og grundleggjandi prinsippir í samanberandi rætti. - Hugleiða um hvussu samanberandi háttalag hjálpir løgfrøðingum til at hugsa sjálvstøðugt um egna rættarskipan og at síggja hesa í frástøðu. - Nýta innlit fra samanberandi rætti, t.d. ástøði um lán av lóg, til at greina støður frá veruliga lívinum, har lóg er lánt frá fremmandum løgdømi. - Hugleiða (reflektera) sjálvstøðugt um møguliga týdningin, sum samanberandi rættur hevur til innihaldsliga at betra um sjálvræði og skipan av rættarligum stovnum í lítlum samfelag. - Leggja fram og orða egnar sjálvstøðugar áskoðanir á samanberandi rætt skrivliga á greiðum og samanhangandi máli.
Próvtøkuháttur
Samsvarandi formativu tilgongdini til próvmeting, stendur próvtøkan í trimum skrivligum heimauppgávum. Ein uppgáva tíðliga í skeiðnum telur 40%, ein miðskeiðis í skeiðnum telur 30% og ein í endanum á skeiðnum telur somuleiðis 30%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at allar heimauppgávur eru latnar inn, og at hvør einstøk er staðin. Eitt samlað próvtal verður givið fyri allar partar av royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin stendur í eini røð av tekstum eftir leiðandi høvundar í samanberandi rætti. Eisini verða lisin stjórnarrættarlig skjøl, dómsúrskurðir o.s.fr. Samanlagt eru síðurnar uml. 750-800. Ikki alt er kravdur lesnaður. Sí nærri í lesiætlan tøk á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen