6103.22 - Lóggávulæra


Skeiðsnummar
6103.22
Heiti
Lóggávulæra
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at seta lóggávu undir vísindaliga sjóneyku við at gjøgnumganga ástøði um lóggávu, men eisini í ein mun at læra um lóggávutøkni og standardir fyri, hvussu gott lógarsmíð í praksis eigur at verða greitt úr hondum.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: - Lóggávupolitikk og meginreglur (princippir) fyri lóggávu. - Teir átta hættirnar, ið sambært Lon L. Fuller ber til at (mis)eydnast sum lóggevi. - Bygnaðin í lógarverkinum. - Um ymiska tilgongd til lóggávu alt eftir, hvat slag av lóggávu, tað snýr seg um, eitt nú um munin á privatrættarligari og almennrættarligari lóggávu. - “Kostnað” av lóggávu og ymiskir rættarnormar í lóggávu. - Vitanartrupulleika lóggevans og endamálið við hoyring. - Samfelagstillagaða lóggávu. - Lóggávutøkni.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 36-40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: -Greiða frá ástøði um lóggávu og meginreglum (princippum) fyri lóggávu. - Meta um, nær lóggáva er neyðug, og vandamálið við yvirregulering. - Greina týdningin av, at lógaruppskot tekur støði tí orku, sum lóggevari hevur í lítlum samfelag, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri lóggávuhátt. - Duga at ráðgeva um lógarsmíð við atliti at ymiskum tørvi alt eftir ymiskum rættarøki, ið ætlast at lóggeva á. - Gera ítøkilig uppskot til lóggávu. - Miðla og orða vitan og grundgevingar fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Próvtøka og læring eru samantvinnað í formativa og áhaldandi próvmeting. Royndin stendur í tveimum bundnum heimauppgávum á 25% (30 tíma) tíðliga og miðskeiðis í skeiðnum og eini 50% (72 tíma) bundnari heimauppgávu í endanum á skeiðnum. Eitt samlað próvtal verður givið. Fortreyt fyri at standa samlaðu royndina er, at allir tríggir partar av heimaroyndunum eru til staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen & Kristian Joensen: Tilfarssavn til Lóggávulæru, fevnandi um fakgreinar, bókakapitlar, vegleiðingar v.m., tøkt undan undirvísing á Moodle.
Ábyrgd
Bárður Larsen